Næraberg seldur til Peru

Í morgin fer Næraberg, sum hevur fingið Pacific Voyager, í Stillahavið at fiska. Við Sosialin í dag sigur Hanus Hansen, reiðari, at Næraberg er seldur. Hann varð strikaður í føroysku skipaskrásetingini í gjár.

Tað er eitt reiðarí í Peru við eigarum úr Hong Kong, sum hevur keypt. Sama felag keypti Trónd í Gøtu.

Næraberg hevur longu skift navn og eitur nú Pacific Voyager. Áðrenn hann kom til Føroya, æt hann Voyager.

Skipið skal í Stillahavið at fiska eins og fyrrverandi Tróndur í Gøtu.

Hann fer avstað longu í morgin.