Tá ið uppsjóvarskipið, Næraberg, úr Klaksvík, kom á Fuglafjørð í gjárkvøldið at avreiða, stóð løgreglan fyri teimum. Eygleiðari frá Vørn hevur verið við Nærabergi og hann hevur staðfest, at manningin hevur blakað fisk í havið.
Tað hevur eygleiðarin boðað løgregluni frá og í tí sambandi skuldi løgreglan avhoyra teir av manningini, sum hava við tann partin av arbeiðsgongdini at gera, har slíkt kann henda.
Næraberg hevur fiskað svartkjaft og tað, sum er tveitt í havið, er ymisk hjáveiða, sum teir ikki fáa brúkt, og svartkjaftur, sum er so illa farin í trolinum, at hann ikki kann brúkast.
Tað er bannað at tveita fisk aftur í havið, so tey verða skuldsett fyri at hava brotið lógina um sjófeingi. Lógin kom í gildi stutt fyri ársskiftið og løgreglan sigur, at hetta er helst fyrsta brotið av hesum slagi, sum er fráboðað. Tískil verður avgerðin í hesum málinum helst fordømi fyri, hvussu onnur mál, ið koma seinni, skulu avgreiðast.
Í gjárkvøldið segði VP frá reiðararum, Hanusi Hansen, at tey høvdu fingið eitt sektaruppskot upp á 1,55 milliónir.