Næraberg liggur við maskinbreki

Stóri svartkjaftatrolarin sleppur ikki aftur til fiskiskap fyrr enn um eina góða viku

 

Klaksvík: Næraberg kom mánadagin til Klaksvík við maskinbreki, og stóri trolarin verður liggjandi við kai í minst eina viku afturat.

Orsøkin til hetta er, at ein dampketil umborð kókaði tómur undir seinasta túri, og tá hesin ketil verður brúktur til mjølframleiðsluna umborð, má hann umvælast. Hendan umvælingin fer at taka eina góða viku afturat.

Næraberg hevði stívliga 600 tons av surimi og eini 350 tons av mjøli, nú hann noyddist til lands.

Sundaberg hevur eisini verið í Klaksvík í vikuni. Hann legði sløk 200 tons upp í Klaksvík, sum hann hevur fingið farnu seks vikurnar.

Nú er Sundaberg á beding á Skála, og tá hann er liðugur har, verður leiðin løgd til Labrador, har JFK hevur keypt svartkalvakvotu frá kanadiumonnum.