Næraberg landa sild í Norðhavnini

Næraberg byrjaði at landa 1.400 tons av heilfrystari sild klokkan 06 gjáramorgunin í Norðhavnini. Bert 140 tons av makreli hava teir fingið henda túrin. Teir komu á Fuglafjørð seint í hóskvøldið, har teir hava tikið tungolju.

Beint sunnan fyri Næraberg liggur Green Maloy, sum veiðan verður skipað umborð, eftir at hon hevur verið og vent inni í frystihúsinum. So ikki kann sigast annað enn, at eftirspurningur er eftir hesi fyrsta floks vøru.

Landað varð til klokkan 22 í gjárkvøldið, og so varð byrjað aftur klokkan seks í morgu. Roknað verður við, at Næraberg fer avstað aftur seinnapartin í morgin.

Teir hava roynt meginpartin av túrinum eystur úr Fugloynni, og hevur Jónleif Joensen verið skipari - næsta túr verður Kristian Dam skipari.