Næraberg gjørdi roktúr

Stóra fiskiskipið kom hósmorgunin aftur av sínum besta túri nakrantíð. Prísurin fyri surimi er góður í løtuni

Næraberg kom hósmorgunin til Klaksvíkar við fullari last. Eftir tvær vikur til fiskiskap vestanfyri Írland vóru góð 1050 tons av surimi og mjøli komin í lastina, og so var kósin sett heim.
? Hetta var ein veldigur túrur, høvdu tað bara verið fleiri av hesum, sigur Hanus Hansen, stjóri fyri JFK-samtakið.

Alt selt beinanveg
Næraberg leggur góð 800 tons av surimi og 250 tons av mjøli upp í Klaksvík, men hetta verður ikki lagt á goymslu.
? Alt verður útflutt beinanvegin, og tað er sera gott fyri okkum. Vøran fer serliga til Fraklands og Japan, og marknaðurin er góður í løtuni. Prísurin hevur verið á veg upp, so hesin túrurin hongur væl saman, sigur Hanus Hansen.

80 fólk við
Næraberg hevur ikki bara havt tað lætt, men JFK og norsku samstarvsfelagarnir hava verið treiskir og royna framvegis at fáa skipið at bera seg.
Hendan túrin vóru sløk 80 fólk við Næraberg, og av teimum eru fleiri enn 20 kvinnur.
Skipari var Brandur Nolsøe.
Næraberg fer avstað aftur fríggjamorgunin, og teir fara á somu leið at fiska.