Fiskivinna
Risatrolarin, Næraberg, er júst komin aftur av enn einum svartkjaftatúri.
Hendan túrin høvdu teir 340 tons av surimi og 170 tons av mjøli. Teir fóru avstað, 16. mai, og nú teir komu aftur, var túrurin ikki liðugur. Teir hava nevniliga valt at gera ein stuttan sildatúr, nú sild er at fáa norðanfyri.
Hendan seinasta túrin royndi Næraberg á markinum millum Føroyar og Ísland; teir royndu bæði í føroyskum og íslendskum sjógvi.
Á JFK-troli vænta tey ikki, at sildatúrurin verður langur, tí vertíðin varar í mesta lagi tríggjar vikur aftrat.
Umborð á Nærabergi verður sildin skorin til flak á sama hátt, sum teir gera umborð á Norðborg.
Tá ið Næraberg hevur verið sildatúrin, fer skipið aftur á svartkjaftaveiði.
Slakari í nøgd
Um gongdina hjá Nærabergi í ár, sigur JFK-Trol, at svartkjaftanøgdirnar eru minni enn seinasta ár, men prísirnir á surimi hava verið betur og eru uppeftirgangandi.
- Tað eru tvinni viðurskifti sum gera, at nøgdirnar í ár eru minni. Í fyrsta lagi, at Føroyar onga avtalu fingu við ES um svartkjaftin og í øðrum lagi, at veðurlagið í vár var munandi verri enn seinasta vár, sigur JFK-Trol.
Næraberg liggur nú í Klaksvík og ger klárt at fara á sildaveiði. Farið verður avstað aftur mánadagin komandi.
Á seinasta túri vóru 80 fólk við skipinum, men nú farið verður á sild, verður
manningartalið nakað minni.