Tað var Gunnvá Akraberg Hansen, sum ringdi inn í Gekka-spælinum í kvøld. Hon ringdi fyri mannin, Suna Hansen í Havn, sum hevði fingið fulla plátu.
Høvuðsvinningurin var á 2,6 miljónir krónur, og Suni Hansen valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 900.000 krónum í hvørjum.
Í fysta drátti steðgaði hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið Suna Hansen 75.000 krónur. Men, hann valdi at royna aftur.
Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 12.500 krónum, sum faldað við trý hevði givið honum 37.500 krónur. - Vit taka einaferð aftrat, segði fjarritarin.
Í triðju og seinastu royndini steðgaði hjólið á 12.500 skattafríum krónum, sum eisini gjørdist vinningurin hjá Suna Hansen í kvøld.
Bæði í øðrum og triðja drátti steðgaði hjólið á talinum beint fyri gula leypin, har 900.000 vóru í, men Suni Hansen mátti í kvøld lata sær lynda við 12.500 krónur.
##med2##