Nú ræður um frið og støðufesti

Nú mugu gamlar sambandsdygdir verjast. Vit hava havt nokk av turbulensi í føroyskum politikki seinastu árini. Nú má friður aftur fáast millum partarnar í ríkisfelagsskapinum, sigur Edmund Joensen, sambandsmaður

Tað ræður um hjá øllum sambandsveljarum at taka veljarakanningina í álvara og taka aftur tað, sum mist er, sigur Edmund Joensen, fyrrverandi formaður Sambandsfloksins, í viðmerking til veljarakanningina, sum sigur Sambandsflokkin fara at missa fólkatingsmannin.
?Nú er hatta bara ein kanning og skal takast sum ein sovorðin, sigur Edmund Joensen. Men hon er so ein ábending um, hvat kann fara at henda. Og í mugu vit fora fyri.
Hann er ikki nøgdur við útlitini, nú Sambandflokkurin stendur fyri einum markantum falli í atkvøðutalinum til Fólkatingsvalið.
Sambandsflokkurin er sambært Edmundi Joensen einasta alternativið til tann turbulens, sum hevur verið at sæð í politiska umhvørvinum hesi árini, fullveldissamgongan hevur staðið fyri politikkinum.
Nú er ein sterk og arbeiðsfør samgonga fingin at virka, og tí er alneyðugt, at vit ikki lata danir fáa fatan av, at tey, sum myndaðu fullveldistíðina, aftur koma til valdið í Føroyum, sigur Edmund Joensen.
Hann sær fyri sær, at fólk sum Høgni Hoydal, Anfinn Kalsberg og Helena Dam á Neystabø, sum øll standa væl í sínum flokki eftir veljarakanningini at døma, koma á Fólkating. Seinast nevnda sum eykavald fyri Jóannes Eidesgard, sum ikki tekur sæti, tí hann er løgmaður, sigur Edmund Joensen.?Tað er lætt at ímynda sær, at danskir politikarar aftur fara at síggja tað stríð, sum var millum Føroyar og Danmark, tá hesi myndaðu føroyskan politikk, kykna uppaftur, um so verður at tey sleppa á Fólkating, sigur hann.
?Her er bara eitt alternativ, sum kann tryggja frið og semju í ríkisfelagsskapinum. Og tað er Sambandsflokkurin, er Edmund Joensen fullvísur í.