Sjáldan kemur dúgva úr ravnseggi. HUXA-ungdómurin hjá Fólkaflokkinum, næsta ættarliðið, ið skal stjórna flokkinum hjá Jóannes Bónda og Thorsteini Petersen, er farin í hernað ímóti føroysku fólkakirkjuni. Muður mælir tað, sum hjartað er fult av, og ongin politiskur ungdómsfelagsskapur her á landi hevur verið so ideologiskt tengdur at móðirflokkinum sum Viljin/HUXA at sonevndu Radikalu Sjálvstýrarunum. Tvær alin av sama vadmali.
Kirkjan hevur verið mest týðandi mentanarberin í føroyska samfelagnum í túsund ár. Stabilisatorurin. Katólska kirkjan fyri trúbótina og síðani evangeliska lutherska kirkjan. Hartil skipaðu føroyingar í fullari semju formligu viðurskiftini kring kirkjuna, á egnum grundarlagi, fyri sløkum trimum árum síðani, verkliga partin hava vit altíð megnað sjálvir, eitt nú hava føroyingar sjálvir bygt kirkjur, í at kalla hvørjari bygd í landinum, hetta hava verið stór tøk, og ein greiðari ábending finst neyvan fyri, at kirkjan var og er andaliga heimið hjá dastinum av teimum, sum hava búleikast í landinum síðani kristnanina.
Sjálvandi ber tað til at kjakast um kirkjuligu viðurskiftini. Eisini um vatntætt skott skal vera ímillum kirkjuna og almenna myndugleikan. Ungdómurin hjá Fólkaflokkinum mælir nú til at seta ein skottryggan múr ímillum hesi bæði høpi. Hann brúkar alla forsíðuna á fyrrverandi javnaðarblaðnum til at útbasúnera sjónarmiðið um, at allur peningurin – fíggjarliga grundarlagið - skal takast frá kirkjuni, og at statskirkjan skal avtakast. Nú ber tað illa til at hava eina statskirkju í einum landi, sum ikki hevur ment seg so frætt, at nationalstaturin er karmur um tjóðina, og í øðrum lagi er kirkjan í Føroyum ein fólkakirkja og ikki ein »statskirkja«.
Avleiðingin verður, at valið, sum er gjørt, um at evangeliska lutherska fólkakirkjan er andaliga kjølfestan í samfelagnum, fær eitt álvarsligt skot fyri bógvin. Ílatogið verður drigið inn, og kirkjan slept út á streymasjógv, har væmingar og vaggandi gjálv ráða yvir henni, og alt eftir hvussu reykurin stendur á teimum ráðandi innanveggja, verður innihaldið. Kirkjan er tá ikki annað enn ein av mongum samkomum, gáttin hækkar, og individuelli trúarobservansurin hjá prestum og øðrum samkomuleiðarum avgerð hvørjum rúm skal vera fyri og ikki. Hetta er tað, sum politiski ungdómsfelagsskapurin hjá Fólkaflokkinum ætlar og vil.
Nú hevur fólkakirkjan, og bara fólkakirkjan, verið mítt andaliga heim í trúarspurningum, heilt síðani dópin í Marstal kirkju fyri væl meira enn hálvthundrað árum síðani, tí er hendan nýggja hugsanin, hjá einum av teimum stóru flokkunum í Føroyum mær ein gáta, og eg ætli mær at brúka alla mína politisku vøddamegi til at steðga hesum ófrættakenda rákinum, sum í ringasta føri ger enda á kirkjuni, og sum í hvussu er verður orsøkin til ta vanlukkuligu støðu, at vit onki savnandi andaligt heim eiga í landinum, har gáttin er so lág, at ongin, absolut ongin, skal kenna seg útihýstan, líkamikið hvør støðan, hugsanin og observansurin er hjá viðkomandi í øllum lívsins fasettum.
Sambært viðmerking í sama blaði tykjast Bjørk M. K. Olsen og Jørgen Niclasen at vera samd um, at kirkjan er ein peningaligur spurningur. Hin fyrra heldur ikki, at man eigur at leska fríkirkjurnar við almennum fæið fyri at stuðla balansunum millum kirkju og samkomur, og ein jánkasligur Jørgen tosar um kirkjuna sum ein stovn, ið ger eitthvørt verk fyri samfelagið, sum má lønast. Annars rør ein frustreraður formaður framundir, at ungdómar hansara kunnu vera heilatvættir á einum fundi hjá Konservativ Ungdom í Danmark. Sic transit gloria mundi. Hendan materiu hugsanin er lívshættislig, tí tann dagin kirkjan gerst ella verður mett sum ein stovnur, er hon steindeyð. Hon kemur frá fólkinum og er hjá fólkinum. Undirstøðukervið í trúarspurningum, sum heldur fólkinum á rættari kós í mongum lívsins spurningum.
Nú Fólkaflokkurin hevur vanstjórnað hesum landinum í áravís, og ongar ætlanir hevur um at taka betri partar fyri seg, eru teir farnir út á eina odyssé, ikki frá Troja til Ithaka, men á eina ránsferð í grunnum og kassum, sum kunnu fíggja hallið hjá landskassanum, ístaðin fyri at saðla um í skilaleysa fiskivinnu- og búskaparpolitikkinum, sum alra størsti tørvur er á. Kirkjukassarnir standa fyrstir fyri tørni. Teir skulu rænast, og avleiðingin verður sum omanfyri nevnt, svanasongurin hjá einum fenomeni, ið hevur verið hjartatátturin, sum allir samfelagsins kordelar meira og minni hava verið snúraðir um og íkring.
Ungdómsformaðurin nevnir hallið á fíggjarlógini. Tí má ætlast, at hetta er motivatiónin fyri nýggja boðskapinum. Kirkjukassarnir fara nú ikki at forsláa meira enn eitt kavablak á grúgvuni hjá belsebub, ætlar Fólkaflokkurin fíggjarliga at kompensera sína egnu vanstýring av samfelagnum við fænum, sum har er at finna. Á fíggjarlógini fær fólkakirkjan 9,342 mió. krónur. Føroyska sjómanskirkjan fær 4 hundrað túsund krónur og Føroyskt kirkjumál fær eina fjórðings millión. Kirkjuskatturin er ikki tengdur at hesum, hann er skattur álagdur teimum, sum ynskja at vera limir í fólkakirkjuni. Tað ynski hevur 80% av fólkinum, og tey hava í 2009 goldið 36,7 mió. kr. til neyðugu útreiðslurnar, fyri at varðveita eitt skipað andaligt heim hjá føroyingum. Mær vitandi hava fríkirkjur og aðrar samkomur ikki mutað ímóti hesi skipan yvirhøvur.
Tí kann rationale bara vera, at HUXA, ættarliðið, sum stendur á gáttini til at taka við valdinum í Fólkaflokkinum, ætlar at sleppa føroysku fólkakirkjuni upp á fjall, fyri at fíggja og bøta eitt lítið sindur um politisku deyðsgongdina hjá ABC-regiminum, ið ikki kann sáttast um annað enn onki. Vónandi lata hinir báðir flokkarnir í samgonguni seg ikki tøla av hesum merkiliga nýrákinum í Fólkaflokkinum. Okkara partur skal í hvussu er ikki liggja eftir í stríðum andvegis hesum herskna og óføroyska ráki.