Fyri einum mánað síðan fingu borgarnir í Kvívíkar Kommunu skriv frá Føroya Sparikassa, har sagt var at deildin í Kvívík stytti um upplatnigartíðina við 17 tímum, ú 20´niður í 3 tímar um vikuna. Grundgevingin var at kundarnir vóru farnir at nýta heimagreiðsluna, FR-kort og audio-respons meir.
Tá man fór at spyrja nærri, fekk man at vita at 3 tímar vóru nokk til at avgreiða kundarnar, ið komu í Fø. Sp.K. fyri vikuna ( í praksis ber tað slett ikki til).
Seinni er komið fram at eitt starvsfólk í deildini í Vestmanna er flutt í annað starv í Havn, og at eitt í Kollafirði er farið úr starvi, og tí avgjørdi man at næstan stongja deildina í Kvívík og Hósvík. Fyri fyri hálvum øðrum ári síðan skifti Kvívíkar Kommuna peningastovn aftaná fleiri áheitanir frá leiðslu Sparikassans, og hildu vit tað vera rímiligt eftirsum tað ver einasti penigastovnur í kommununi, og var tað tí sum at fáa vátan vøtt frammaná, tá bræv var borið í hvørt hús, har fráboðað var um skerjing í upplatingartíðini.
Í kommununi búgva uml. 600 fólk, bankin hevur opið 3 tímar ein dag í vikuni, og eingin Føroya Banki er í kommununi, í Kollafirði búgva uml. 1000 fólk, Sparikassin hevur opið 7 tímar hvønn dag (35 tímar um vikuna), við Føroya Banka sum granna. Sama er galdandi fyri deildina í Vestmanna. So ójavnt er býtt, at geva borgarunum í Hósvíkar og Kvívíkar Kommunu so ringa tænastu í mun til aðrar miðalstórar bygdir. Sjálvandi er tað ikki tænastuna teir vinna mest pengar við, tað er við at læna til húsabygging. Men her liggja vit ikki á tí latu síðuni heldur. Í Hósvík byggja teir heil raðhús, í Kvívík eru 8 hús í gerð og onnur 8 eru á veg, og tað eru tað ikki nógvar bygdir sum kunnu vísa á.
Í Vestmanna og Kollafirði er okkurt hendinga hús í gerð. Og meðan eg minnist til tað, eru tað jú manuellar flytingar, ið Stovnurin tjenar nógv uppá og ikki við heimagreiðsluni, so hví stongja, tá so nógv vitja dagliga.
Men ætlanin hjá stovninum er væl at tá tey allarflestu okkara eru farin at nýta heinmagreiðsluna, tá fara gjøld at vera løgd á á hvørja flyting. Og ikki at gloyma avtaluna stovnarnir hava við Landsverkfrøðingin um grótless o.a. úr grótbrotunum. 60 kr per flyting, og tað SKAL ígjøgnunm peningastovn. Lukrativt, ha?
Nei, tað sær út sum at Sp.K. var úti eftir at, tða teir komu til Kvívíkar at troðka F.B. burtur, ið sum kunnugt eydnaðist, og so at fara avstaðaftur, tá fólk høvdu vant seg til at nýta teir.
Takk fyri og farvæl sýnast teir nú at siga.
Men vit siga eisini farvæl við teir, lata teir ikki deildina upp aftur hvønn dag, ikki bert kommunan men eisin nógvir av privatu kundunum hiðani siga farvæl. Men Fø.Sp. letur ein ventil vera opnan, hava 3 tímar opið um vikuna, til bert forargilsi. Tí skuldi tað hent, at annar stovnur kom til bygdar, kann man altíð økja um upplatingartíðina.
Eg ørminnist um, at Suðuroyar Sparikassi er komin norður um fjørð. Hann er vælkomin longur norður.
Og so var tað posthúsið.
Var boðin til Havnar á fund við leiðslun á Postverkinum, um ætlanirnar teir høvdu við okkara deild. Hugsaði á veg suður hvørjar stórar ætlanir postverkið nú mundi hava. Jú, "ætlanirnar" vístu seg at vera tær at stongja posthúsið. Gjørdi sjálvur ikki meir við málið, ivaleyst tí at man sjálvur og kommunan ikki brúka posthúsið serliga nógv. Eg fekk´jú at við hvussu lítið posthúsið verður brúkt.
Men eftir at hava verið á borgarafundi í Glæmuni í Kvívík, havi eg fingið annað at hugsa um, tí har komu onnur sjónarmið fram, ið leiðslan á Posthúsinum í Havn átti at tikið til eftirtektar. Teir vóru jú við á fundinum. Har kom tað fram, hvussu ójavnar tænasturnar eru frá kommunu til kommunu. 4,5 tímar var tað opið í Kvívík, tað hava teir nú stongt. Men hava 30 tímar opið í Vestmanna (1200 fólk). Eg meini, SO stórur munurkann ikki vera á brúki av posthúsum frá bygd til bygd. Í Kollafirði er opið fyri Kvívík, Kollafirði og Hósvík, 1800 borgarar, 12,5 tímar um vikuna. Men tað er ikki her trupulleikin hjá Postverk Føroya liggur. Trupulleiki er ein óvuliga konservativ og afturhildin leiðsla, ið er ógvuliga bangin fyri at taka kappingina upp við bankarnar. T.d. har peningastovnarnir lata aftur skuldi Postverkið staðið klárt at lofta ónøgdum kundum, men nei, hugsunahátturin tykist vera, " her gerst einki, her eru eingir møguleikar, vit eru ikki nóg góðir til at taka yvir, lat okkum bara eisini rýma og stongja, vit hava jú so nógvar avmarkaðar heimildirsambært postverkslógini, lat okkum bara pakka saman og gevast." Hetta var, ið hvussu so er tað, eg fekk burturúr at lurta eftir umboðunum fyri Postverkið á borgarafundinum.
Teir síggja bert trupulleikar fyri sær, og ongar avbjóðinar og møguleikar. og tað er ikki gott fyri ein stovn, ið ætlandi skal vera eitt alment partafelag innan stutta tíð, ongar visiónir at hava, ongar stórar ætlanir at hava.
Eg heiti á tykkum at lata posthúsið í Kvívík uppaftur, gevi borgarunum í landinum somu sømdir, tað hava vit rætt til, posthúsið er jú alment, ella komi við hasum landpostboðnum um ikki annað, bróti heldur upp ermar enn at rulla niður á skøvningar og gevast á hondum, tí so geva tit peningastovnunum frítt spæl, gevi teinum mótspæl, bjóði teimum av, fari til verka. NÙ!!