Sjúrður Skaale
------
Ein politikari er sum ein vøra í einum stórum handli. Men fólk sleppa bara til handils fjórða hvørt ár, og tey kunnu bara keypa eina vøru. Bara ein persónur kann fáa krossin.
Tí má vøran marknaðarførast. Og tað verður, sum alt annað, gjørt gjøgnum miðlarnar.
Tí gera summir politikarar nógv fyri at fáa umrøðu í miðlunum.
Og eg skal ikki látast at vera meira katólskur enn pávin. Eg veit væl, at Jørgen Niclasen ikki er einasti politikari, sum roynir at ávirka fjølmiðlaumrøðuna av sær sjálvum.
Eg havi sjálvur verið "ghost-writer" (skuldu vit kalla tað "loyniskrivari"?) fyri nógvar politikarar.
Øll vita jú eisini, at Edmund Joensen hevur ein journalist í føstum starvi, sum skrivar lesarabrøv fyri hann.
Og øll vita, at Heðin Mortensen hevur rindað fólki úr kommukassanum fyri at skriva lesarabrøv fyri seg. Bæði nøvn á journalistunum og prísurin hava staðið í Dimmu.
Eg rindaði sjálvur
Eg skipaði einaferð fyri studentadegi, tá eg var á Fólkatingi. Og tá rindaði eg, við almennum pengum, ferðaseðilin fyri tveir føroyskar journalistar, so teir kundu koma niður at senda beinleiðis frá tiltakinum.
Endamálið við studentadegnum var upplýsing og dialogur. Føroysk lesandi skuldu koma beinleiðis á tal við leiðandi danskar politikarar. Tí var útvarping viðkomandi - og tí varð tað eisini góðkent av grannskoðanini á fólkatingi.
Men hóast fólkatingsmaðurin ikki var í fokus í sendingini, so skerst ikki burtur at hann eisini, umenn óbeinleiðis, fekk eina ávísa umrøðu.
So markið er flótandi. Eingin ivi um tað.
Men tað er heldur eingin ivi um, at Jørgen Niclasen er farin út um mark!
Ein gávumildur Jørgen
Eftir at Dimma avdúkaði, at Uttanríkisráðið hevur boðið Kringvarpinum til Brússel, spurdi eg Jørgen Niclasen nærri um hetta. Ein spurningur var, um uttanríkisráðið nakrantíð áður hevur boðið sær til at rindað fyri fjølmiðlafólk í samband við ferðir ella líknandi, og, um svarið var játtandi, hvørjar fjølmiðlar, og hvørji tiltøk, talan hevur verið um.
Svarið kemur í seinasta lagi um eina viku - men longu nú er greitt, at Jørgen áður HEVUR roynt at lokka journalistar at gera innsløg um seg.
Sosialurin skrivar nevniliga soleiðis í oddagrein leygardagin: "Allar ávaringarlampur á redaktiónini í Miðlahúsinum lýstu reytt, tá ein journalistur í Miðlahúsinum greiddi frá, at uttanríkisráðharrin hevði boðið viðkomandi á ferð til Washington saman við sær".
Persónlig innbjóðing
Sambært hesum hevur Jørgen Niclasen altso ikki bara boðið einum fjølmiðli við sær á ferð til USA. Tað hevði verið nóg ringt. Men Jørgen er farin víðari, og hevur givið einum ávísum, útvaldum journalisti eina PERSÓNLIGA innbjóðing!
Journalistar eru ikki væl løntir í Føroyum. Men krøvini, sum verða sett til teirra framleiðslu, eru sera stór. Og stundum man vera langt millum tær heilt spennandi uppgávurnar.
Tí er eingin ivi um, at ein journalistur, sum verður boðin til USA upp á landsins besta, verður freistaður.
Tað er heldur eingin ivi um, at journalisturin, hevði hann tikið av tilboðnum frá Jørgeni, so ella so hevði kent, at hann kom í skuld til Jørgen. Og tað hevði uttan iva sæst aftur í innsløgunum.
Tað hevði jú eisini verið meira enn trupult at verið kritiskur móti einum manni, sum hevði boðið tær við sær á ferð til USA...
Passar tað um Sosialurin skrivar, so kemst illa uttanum, at Jørgen Niclasen, fyri almennar pengar, hevur roynt at keypt sær positiva umrøðu frá Miðlahúsinum!
Luktar av korruptión
Korruptión er ein stórur trupulleiki í nógvum londum. Korruptión merkir, at embætisfólk ella onnur álitisfólk í loyndum fáa onkran ágóða fyri antin at gera okkurt, ella fyri at lata vera við at gera okkurt.
Tað, sum skal gerast, kann vera so nógv. Tað kundi t.d. verið tíðindainnsløg...
Ein ágóði kann eisini vera so nógv. Tað kundi t.d. verið ein spennandi túrur til USA...
Um fáar dagar kemur svarið frá uttanríkisráðharranum. Og tað er at vóna, at hetta svar kveistrar burtur allan illgruna um eina atferð, sum leggur seg tætt at tí, vit nevna korruptión.