Nú røkist fyri at Magni Laksáfoss hevur valt sær nýggjan flokk

Hann heldur, at sitandi samgonga skal halda fram eftir valið

Og nú røk­ist alt fyri, at Magni Laksáfoss vil sleppa upp í Framsókn. Tað skrivar Sosialurin í dag.

Magni Laksáfoss hevur annars verið tingmaður fyri Sambandsflokkin, men fyri einum góðum ári síðani fór hann úr Sambandsflokkinum, tí hann helt, at hann varð vorðin ov afturhaldandi.

Og hann heldur ikki, at tað er nøkur andsøgn er í at silla upp fyri Framsókn, sum er ein sjálvstýrisflokkur, ið vil hava full­veldi, hóast hann hevur verið tingmaður, og landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin.

Hann heldur, at ætlanirnar hjá fullveldislandsstýrinum vóru ov víðgongdar, og at farið varð ov harðliga fram við loysingini. Hinvegin sær hann einki skeivt í, at danska ríkisveitingin verður niðu­r­laga, men tað skal gerast varliga.

Tá ið hann kom upp í politick, helt hann, at Sam­bands­flok­kin vera tann rætti flokk­urin, men tað heldur hann ikki long­ur.

Og hann sigur eisini við Sosialin, at hann heldur, at sitandi samgonga eigur at sleppa at halda fram eftir løgtingsvalið.

Les annars nógv meiri um hetta í Sosialinum í dag.

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið í dag og fast í talgildari útgávu á sos.fo