Í vikuni hevði Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri, aftur nakrar frálíkar myndir og hugleiðingar úr Koltri. Í yvirskriftini á Facebook-síðuni - Koltur - skrivar hann henda frálíka vakra summardag, at "tað er nærum neytakyrra í dag".
Onkur lesari á tráðnum heldur fyri, at viðkomandi ongantíð áður hevur hoyrt orðið "neytakyrra", men heldur kortini, at hetta er eitt sera sigandi orð. Sjálvur vísir Bjørn Patursson á, at hann hevur hoyrt teir gomlu í Kirkjubø brúka orðið.
Fyristøðumaðurin sigur, at orðið eitt nú varð brúkt, tá teir høvdu verið í Høvdanum, og tað hevði verið óvanliga kyrt.
Men, orðið "neytakyrra" er ikki púrasta ókent í føroyska málinum. Hyggja vit í sprotan.fo, stendur um orðið, at tað merkir "nóg góð kyrra til at føra neyt (við báti), sera góð kyrra..."
So gjørdust vit - og okkara lesarar á In.fo - í øllum førum hetta orðið ríkari í dag.
Á Facebook-síðuni - Koltur - hevur Bjørn Patursson eisini lagt út frálíkar myndir úr umhvørvinum í Koltri, sum vit loyva okkum at viðhefta í hesum greinastubba.
##med2##
##med3##