Nær fer Tjóðveldi at tóna reint flagg?

Tað hevði klætt Tjóðveldi at tónað reint flagg og sagt sannleikan um Norðuratlantsbólkin. Hví ikki siga sum er? At bólkurin er farin sundur. At hann er við í donskum partapolitikki. Rekur valstríð saman við SF. Hví skal man dylja veruleikan, bara tí at valstríð er?

Veruleikin hevur trong kor í valstríðum.
Tak t. d. Høgna Hoydal og Bjørt Samuelsen í valsendingini hjá Tjóðveldi í sjónvarpinum í kvøld (mikukvøld).
Tey bæði eru, sum náttúrligt er, í sjónvarpsstovuni og greiða frá politikkinum hjá Norðuratlantsbólkinum á Christiansborg.

Tey pella
Í sjónvarpsstovuni og í blaðgreinum seinastu dagarnar hava júst tey bæði ført fram, at Norðuratlantsbólkurin er ein ”føroysk rødd”, ið arbeiðir fyri ”frælsi” og ”fólkaræði”. Tey undirstrika, at bólkurin ”virkar fyrimyndarliga” og ”sjálvstøðugt”.
Her pella tey í meira lagi.
Norðuratlantsbólkurin skrædnaði, tá grønlendski javnaðarmaðurin, Lars Emil Johansen, úr Siumut, noyddist at taka seg úr bólkinum orsakað av ósemjum.
Har eru nú bert tveir persónar eftir. Tað er almenn vitan á Christiansborg.

Hví rýmdi Lars Emil?
Tey sum fylgja við í bløðunum, hava kanska lisið um orsøkina til, at Lars Emil Johansen tók seg úr bólkinum.
Tann 3. januar í ár greiddi hann soleiðis frá í Sosialinum:

”Eg havi tikið meg aftur úr hesum samstarvi, tí tað er onkur, sum ikki roynir at fáa úrslit, soleiðis eru tað ávísir føroyingar sum arbeiða. Hjá summum føroyingum er tað meira ein spurningur um at markera seg, eitt slag av markeringssjúku”.

Keldan til hesar upplýsingar, hevur sjálvur verið í bólkinum.

Rekur valstríð saman við SF
Serliga Høgni Hoydal endurtekur aftur og aftur, at Tjóðveldi ”hevur ikki selt sína atkvøðu til ein danskan flokk”.
Hetta er heldur ikki allur sannleikin.
So seint sum tann 16. januar í ár hildu Norðuratlantsbólkurin og SF felags valfund í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Við eitt knallreytt pallborð sat Høgni Hoydal saman við SF-formanninum Villy Søvndal og SF-valevnunum Anniku Smith.
Var sjálvur á hesum valfundi, og har var onki at taka feil av. Norðuratlantsbólkurin og Tjóðveldi løgdu rygg til og stuðlaðu Socialistisk Folkeparti í valstríðnum. Føroyskar atkvøður í Danmark skuldu rekast yvir til SF. Tað var endamálið.

Stuðulsbólkur hjá reyða blokki
Á Christiansborg er tað almenn vitan, at Norðuratlantsbólkurin, SF og Enhedslisten hanga saman í nógvum málum.
Men í Føroyum skapa tey eina aðra mynd.
Her fortelur Bjørt Samuelsen í lesarabrævi í farnu viku, at tey í Norðuratlantsbólkinum ”skulu hvørki skorða undir reyðan ella bláan blokk, hjá skiftandi donskum stjórnum, so sum heimastýrisflokkarnir hava fyri siðvenju”.
Heldur ikki tað hevur stórt sannleiksvirði.
Um SF og Enhedslisten skuldu komið í stjórn saman við Sosialdemokratunum eftir valið, so er púra vist, at Norðuratlantsbólkurin verður stuðulsbólkur hjá einari reyðari stjórn.
Politiskt er hetta heilt nattúrligt. Men tað má ikki sigast hart.
Nei, her heima er Norðuratlantsbólkurin tann ”sjálvstøðuga og frælsa røddin á fólkatingi”.

Tóna reint flagg
Tað er ein erlig sak, at Tjóðveldi hevur valt at vera partur av donskum partapolitikki og stuðul hjá reyða blokkinum, um hann kemur til valdið.
Tað er eisini í fínasta lagi, at Norðuratlantsbólkurin rekur valstríð saman við SF.
Men tað hevði klætt Tjóðveldinum at tónað reint flagg. Hví ikki siga sum er? Hví skal man fjala veruleikan, bara tí at valstríð er?
Í Sambandsflokkinum greiða vit opið og erligt frá, at vit hava samband og gott samstarv við Vinstra og sitandi bláu stjórn.
Higartil hevur tað víst seg at vera ein stórur fyrimunur fyri Føroyar.