Nær fer Sunnleif Rasmussen at siga nakað positivt?

- tað er fínt við tónleikaligum kritikki, men tað er so avgjørt neyðugt, at kritikkurin er konstruktivur og objektivur

Fríðálvur Jensen



Havi nakrar ferðir sitið og lurta eftir seinnapartsendingini hjá ÚF, og er tað hugvekjandi at lurta, tá okkara stóra tónaskald trínur fram við síni meting um føroyska tónleikin.
At vit eru vitni til undirbráttligheit kemur so sanniliga til sjóndar, tá stóri, men kortini lítli, maðurin trínur fram, og gevur sína meting um ymsu útgávurnar.
Eg havi so ongantíð hoyrt hann siga nakað positivt um nakra av teimum!
Eitt kann eg siga tær Sunnleif, at tað er yvirhøvur ikki serliga stuttligt at vera popp- og rokktóneikari, um tað er tú sum skal geva tína meting um avrikið!
Kom nú eitt sindur víðari – vit eru ymisk og hava ymisk sjónarmið, so objektiva metingin er ein dygd í kritikkinum.
At sita og biðja um hvat er farið fram á innan føroyskan tónleik, meðan tú sjálvur gekk niðri í Danmark, er sera grunt og stingur ikki serliga djúpt í tí, sum er farið fram á føroyska tónleikapallinum – seinnu árini.
Í seinastu sendingini var tann fyrsti sera positivur um avrikið á fløguni, sum var til umrøðu, men tá tann “stóri” hevði lagt sína tónleikaligu hond á, misti hesin líkasum luftina, og tá alt kom til stykkis, var talan um eina “lorta” útgávu.
Tað er fínt, at altjóðagerðin verður tikin inn í føroyska tónleikin, men vit skulu sanniliga ansa okkum, at vit ikki missa okkara føroyska samleika, og at vit geva teimum rúmd, sum veruliga royna at gera okkurt - frameftir.

“Hasin á Tvøroyri..”
Arroganti fírurin av Sandi kom so við síni meting - at “hasin á Tvøroyri..” nú var farin undir at fáa sær altjóða dám, so hann ivaleyst kann passa inn í tónleikaliga trongskygnið hjá heimasandsmanninum.
Eg áni ikki, um harra Sunnleif Rasmussen veit, at tað eru ávísir lurtarar og listafólk, sum kundu fingið ástoyt av tí, hann førir fram, og um hann yvirhøvur leggur nakað í, hvat hesi halda um hansara metingar.
Tú er ikki einhvør – MINST TIL TAÐ - Sunnleif!