Nápur vann fyrstu heiðursmerkini

Fyri fyrstu ferð vunnu runavíkingar heiðursmerki í FM, tá FM-finalurnar í double og mix-double vóru í Klaksvík.

Seinasta leygardag var FM-2016 í double og mix fyri ung í badminton hildið í Klaksvík.

 

Um 70 pør vóru meldað til, nøkur pør minni enn seinast.  Tað gekk væl at koyra kappingina og karmarnir í Klaksvík vóru góðir.  Sum vanligt var nógv gott at fáa, bæði eta og drekka, millum annað kaffe, the, frugt, smyrjubreyð, bollar, kaka og annað, alt hetta ókeypis, og so er eisini ókeypis hjá øllum at koma og síggja okkara dugnaligu leikarar kappast í badminton.  Alt hetta letur seg gera, einans tí foreldur eru ótroyttulig við eini hjálpandi hond.

 

Leikliga var hetta eisini ein góð kapping.  Fyrstu umførini vóru ikki tættir dystir, men tá komið varð til hálvfinalur bleiv kappingin hørð við jøvnum dystum.

 

Allar finalur vóru leiktar við dómara og linjudómarum. Hetta gevur ein eyka spenning og stemning, tá finalurnar skulu leikast.  Men saknur var í tí grøna yonex bananum, sum í mong ár hevur verið brúktur til FM, eisini í Klaksvík og Giljanesi.  Serliga eru tað børnini, sum gleða seg til at spæla á honum. Tað var ikki frítt fyri, at fleiri børn vóru skuffað. Klaksvíkar Badmintonfelag vónar tí, at Badmintonsamband Føroyra fer at loyva teimum at fáa banan norður til FM komandi ár, og ikki bert brúka hann í Havn. 

 

Klaksvíkar Badmintonfelag bleiv klárt mest vinnandi felag samanlagt, við heili 34 heiðursmerkjum av 90 møguligur.  Havnar Badmintonfelag vann 24 heiðursmerkju.

 

Tað var stuttligt at síggja nýggja badmintonfelagið Nápur stilla upp við fleiri pørum.  Tað eydnaðist eisini Nápi at vinna síni fyrstu FM heiðursmerkju í søguni hjá teimum.