Nú peikar Bush á Iran

Kríggið í Irak er liðugt, men nú vendir amerikanski forsetin sær ímóti Iran

Amerikanarar vilja vera við, at limir í yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda, sum halda til í Iran, høvdu samband við bumbuatsóknina í Riyadh tann 12. mai, tá 34 fólk, teirra millum átta amerikanarar, doyðu.
Tað hevur gjørt, at amerikanska stjórnin hevur kvett alt samband við Iran, men prestastýrið í Teheran avsannar, at tað stuðlar al-Qaeda. Hetta rínir ikki við stjórnina hjá George W. Bush, forseta, sum sambært blaðnum Washington Post tykist vera farin undir ein politikk, sum skal fáa iranska stýrið at rilla.
Bush hevur kravt, at iransku myndugleikarnir fara í hernað ímóti al-Qaeda, og iranski uttanríkisráðharrin, Kamal Kharazi, segði sunnudagin, at al-Qaeda er ein vandamikil felagsskapur, og at Iran er til reiðar at stríðast ímóti honum. Men hetta er ikki nóg mikið hjá amerikansku stjórnini, og í gjár høvdu ráðgevararnir hjá forsetanum fund um, hvat gerast skal við Iran.
Amerikansku hernaðarátøkini í Afghanistan og Irak verða søgd at hava skelkað iranska prestastýrið, sum neyvan er serliga hugað at fáa somu viðferð sum Taliban og Saddam Hussein. Amerikanararnir tosa ikki um nakað tílíkt átak ímóti Iran, men Washington Post skrivar, at einum nýtist ikki at hava tað stóra hugflogið fyri at ímynda sær, hvat kann henda einaferð seinni.
Seinastu tíðina hava amerikanskir embætismenn næstan dagliga verið í fjølmiðlunum við atfinningum at Iran, sum verður lagt undir at taka undir við yvir-gangi og at fjala limir í al-Qaeda.