Nípan úr Trongisvági seld til Kanada

SKIPASØLA: Skipið eitur nú »Lady Dane«, og skal fiska tunfisk í Kanadiskum sjógvi

Í síðstu viku varð garnaskipið Nípan seld felagnum Moffat & Sons Seafoods Ltd. í Vancouver í Kanada. Nípan, sum er 36 metrar til longdar, hevur seinastu tíðina verið nýtt sum vaktarskip í oljuvinnuni í Noreg.
Tað er skipsmeklaravirkið Maretec á Argjum, sum hevur skipað fyri søluni av Nípuni vegna P/F Seta við Viberg Sørensen úr Trongisvági. Hetta er triðja skipið, sum Maretec hevur selt fyri Viberg Sørensen.
Nýggju eigararnir hava kallað Nípuna »Lady Dane«.
Í løguni liggur »Lady Dane« við Vestaru Bryggju í Havn, har nýggju eigararnir fyrireika seg til tann langa túrin tl Vancouver gjøgnum Panamakanalina. Teir fara væntandi avstað í vikuskiftinum, og túrurin fer helst at taka einar 45 dagar.
Tá skipið er komið til Kanada, skal lastin bjálvast til frysting, og skipið verður síðan gjørt út til tunfiskarí, sigur Álvur B. Mortensen á skipsmeklaravirkinum Maretec.