Nípan er komin heim

Motorbáturin, sum var heimahoyrandi á Toftum árini 1944-1966, er nú keyptur aftur til bygdar og skal gerast ein livandi partur av skipasøguni í kommununi. Hin 19. januar í 2011 var fundur í Tofta skúla um stovnan av einum áhugafelag, sum skal samla skipasøguna í kommununi. Eisini varð avrátt, at áhugafelagið skuldi gera eina roynd at keypa motorbátin, Súluna, sum var heimahoyrandi á Toftum í nógv ár.

Tað var P/F D.P. Højgaard, sum í sínari tíð keypti bátin til Toftir, og var báturin nógv ár í reiðarínum. Seinni varð hann seldur feðgunum, Akseli og Gunnari Olsen á Toftum.

Báturin, sum kallaðist Nípan tey 22 árini, hann var á Toftum, hevur sostatt søguligt virði fyri bygdirnar og fólkið í kommununum.

Nú hevur so áhugafelagið, sum varð stovnað í januar í ár, keypt motorbátin, sum seinastu árini hevur verið heimahoyrandi á Signabø.

Ætlanin er at seta bátin í uppruna stand, so hann eisini kann sigla við seglum og gerast ein livandi umboðan fyri tey, sum búgva í kommununi eins og fyri skipasøguna á staðnum.

Á fundinum hin 19. januar var stórur áhugi fyri ætlanini.