Í fjør fiskaðu føroysk skip tilsamans 586.000 tons av fiski. Hagstovan, sum hevur gjørt fiskiskapin upp, staðfestir, at sostatt var fiskiskapurin í fjør 43.000 tons betri enn í 2014, tá ið heildarveiðan varð 543.000 tons.
Afturímóti 2014, er tað serliga nøgdin av svartkjafti, ið er økt í fjør við tað, at hon er økt eini 56.000 tons. Hinvegin er størsta minkingin í fiskiskapinum eftir makreli, sum er minkaður útvið 44.000 tons.
Hagstovan vísir á, at síðani 2012 er heildarveiðan økt munandi, ella næstan 230.000 tons, og fiskiskapurin nærkast nú metárinum 2006, tá heildarveiðan var 623.000 tons.
Orsøkin til stóru økingina seinastu fýra árini, er einamest, at væl meiri av svartkjafti er fiskaður. vøksturin er 239.000 tons. Størsti parturin av heildarveiðuni í fjør, ella 259.000 tons, varð fiskaður undir Føroyum, ella á
føroyska landgrunninum og á Føroya Banka. Harafturat telur nakað av fiskiskapinum á Hatton Bank, og í altjóða sjógvi í Irmingarhavinum, sum fiskiskapur í føroyskum øki.
Av hesum 259.000 tonsunum, sum eru fiskað í føroyskum øki, vóru 173.000 tons, svartkjaftur, 27.000 tons vóru upsi, og 12.000 tons vóru sild.
Næststørstu fiskileiðirnar hjá føroyingum vóru Eysturgrønland, Jan Mayen og Norskahavið, har góð 138.000 tons vórðu fiskað, harav góð 68.000 tons vóru makrelur.
Einir fýra fimtingar av heildarveiðuni í 2015 er uppsjóvarfiskur. Av hesum er svartkjaftur við góðum 282.000 túsund tonsum, nógv tann størsti parturin.
Botnfiskasløgini eru eini 15 prosent av heildarveiðuni, og í hesum sambandi fiskaðu vit um 40.000 tons av toski og góð 28.000 tons av upsa.
Annars er fiskiskapurin eftir toski og hýsu og upsa minkaður seinnu árini. Síðani 2003 er fiskiskapurin eftir toski minkaður úr 58.000 tonsum, niður í 40.000 tons, men hesi seinastu tvey árini er hann tó vaksin nakað aftur. Fiskiskapurin eftir hýsu er minkaður heilt úr 30.000 tonsum, niður í góð 7.000 tons.
Tað er í føroyskum øki, at fiskiskapurin eftir toski og hýsu er minkaður mest og sostatt verður nógv tann størsti parturin av toskinum nú fiskaður í Barentshavinum.
Hinvegin verður upsi at kalla bara fiskaður undir Føroyum, og hann var heilt góður frá 2005 til 2009, og hesi árini var hann næstan 70.000 tons í meðal.
Seinastu fimm árini hevur upsaveiðan í meðal verið góð 31 túsund tons.