Nú nærkast valið av álvara

At Fólkaflokkurin av sín­um ein­tingum hevur gjørt av at minka talið av lands­stýr­is­monn­­um merkir, at nývalið nærk­­ast av álvara.

Sosialurin veit, at Fólka­flokk­ur­in hevur ikki tosað við sín­ar sam­gongu­felagar um hesa ætlan, áðrenn av­gerð­in varð tikin. Tí er utt­an iva talan um spinn frá Fólka­floks­ins síðu.
Fjøl­miðl­ar­nir vórðu kunn­­að­ir áðrenn sam­gongu­­flokk­­ar­nir, og með­an blað­mað­­ur okk­ara tosaði við Jó­­annes Eid­es­gaard, kom tíð­­ind­­­a­skriv frá løgmanni um, at hann hevði loyst Jørg­en Niclasen úr starvi og sett Jacob Vestergaard sum lands­stýr­is­mann í utt­an­rík­is­ráð­num eisini.

Uttan iva skal Fólk­a­­flokk­ur­in brúka hetta til at vísa, at flokkurin ynsk­ir sparingar í lands­um­sit­ing­ini. Men við hesum er spar­ing­in ógvuliga minimal - og fyri árið í ár er talan um eina eyk­aútreiðslu ­fyri lands­kassan.

Anfinn Kallsberg legg­ur frá sær í politikki. Hann hev­ur ver­ið valdur ting­mað­ur í góð 30 ár, hann varð fyrstu ferð vald­ur á ting 8. november í 1980 og er valdur hvørja ferð síð­ani, Hann hevur ver­ið lands­stýr­is­mað­ur og løgmaður í til­sam­ans 10 ár. Tað merkir, at hann hevur rætt til fulla løg­mans­pensjón frá tí at hann er 60 ár. Hann er 63 ár. Tað merkir, at hann fær um­leið 30.000 krónur í pensjón so leingi hann livir.

Ein landsstýrismaður fær í løn og ágóðum slakar 50.000 krónur. Tað merkir, at spar­in­gin við at koyra ein lands­stýrismann út og koy­r­a Anfinn Kalssberg upp á pen­sjón er einar 20.000 krón­ur.

Men bæði Anfinn Kalls­­berg og Jørgen Nicla­sen skulu hava á­vik­a­vist løgtings- og lands­stýr­is­manna­løn í seks mánaðir, so tað merkir, at landskassin fær eina eykaútreiðslu av hesum í ár.

Tá ein samgonguflokkur ger slíkt í óðum verki – uttan at kunna sam­gong­u­fel­ag­ar­nar áðrenn, so merkir tað, at stev­ið í samgonguni er ringt, at flokkurin skal pro­fi­ler­a seg – og at nýval er í væntu.