Nú nærkast, at nýggja Airbus A320 flogfarið hjá Atlantsflog er klárt at lata felagnum.
Tað var í fjør summar, at føroyska flogfelagið gjørdi eina avtalu við Airbus flogverksmiðjuna um at keypa ein nýggjan Airbus.
Nýggja flogfarið er størri enn A319 flogførini, sum Atlantsflog hevur í flotanum í dag. A320 flogfarið tekur 168 ferðafólk, 24 fleiri enn A319-flogførini.
Fyrst í hesum mánaðinum rullaði flogfarið út úr verksmiðjuni og í morgun vísa myndir, at motorar eru komnir á flogfarið. Hóast væl er liðið út á mánaðin, er væntandi, at flogfarið verður latið felagnum í ár.