Vestmanna Kommuna hevur í langa tíð gjørt vart við, at hon fær ov lítið av peningi fyri nýtsluna av ferjuleguni, ið hon hevur stórar útreiðslurav. Men ikki fyrr enn kommunan fór at nýta ferjuleguna sum landingarhavn, so at skipini hjá SL ikki sluppu at henni, raknaði Vinnumálastýrið við og beyð komununi til fundar. Á hesum fundi varð avgjørt, at viðurskiftini hjá ferjulegunum í Føroyum skuldu kannast, so ein heildarloysn kundi fáast í hesum máli.
Hækka havnargjaldið
Omanfyri nevnda loysnin tykist nú av álvara at fara at nærkast. Starvsnevnd Føroyska Havna og Landsverkfrøðingsstovnurin hava í seinastuni arbeitt við einum uppskoti um, hvussu havnargjaldið kann hækkast, so at ferjulegurnar fáa tann pening, kommunurnar halda tær hava uppiborið.
Havnarfútin í Vestmanna, Leivur Olsen, roknar við, at hækkingin av havnargjaldinum fer at koma í gildi um ikki so langa tíð. Hann sigur, at uppskotið, ið arbeitt er við, sigur, at havnargjøldini skulu hækka, og somuleiðis skal Vinnumálastýrið rinda fyri ferðsluna, ið fer um ferjulegurnar. Hetta merkir, at ferjulegurnar, har mest ferðsla fer yvir, fáa eitt hægri gjald enn tær, har ferðslan ikki er so nógv.
Leivur Olsen vísir tó á, at Vinnumálastýrið og SL skulu góðkenna hetta uppskot, og er hann tískil ikki vísur í, at tað kemur at síggja júst soleiðis út, men hann roknar tó við, at kommunurnar við ferjulegum fáa betri sømdir.