Føroyar eru komnar eitt stig nærri yvirtøkuni av útlendingamálum. Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.
Løgtingið samtykti í farna valskeiði, at útlendingarmálini skulu yvirtakast og nú hevur málið so eisini verið til viðgerar í Fólkatinginum, har tað fekk fulla undirtøku.
Nú fyrisitingin av útlendingamálum verður yvirtikin, fær Útlendingastovan fulla ábyrgd av at taka avgerðir í málum um uppihaldsloyvi og familjusamanføringar, og eisini í málum um arbeiðsloyvi og um uppihaldsoyvi til lesandi, au-pair og onnur.
Tó kemur kærumyndugleikin framvegis at liggja í Danmark, og sosatt er hetta ikki ein fullfíggjað yvirtøka av útlendingamálum, men ein yvirtøka, sum fer fram stigvíst.
Sjúrður Skaale sigur, at síðani hann tók sæti á Fólkatingi, fekk hann fleiri áheitanir frá fólki, sum vóru ørkymlað um, hvussu mál um uppihaldsloyvi í Føroyum, vórðu viðgjørd.
– Tískil er tað sera neyðugt, at vit fáa greiðari mannagongdir á økinum, segði Sjúrður Skaale.
Eftir tølum frá donskum myndugleikum, er talið á fólki, sum søkja um uppihaldsloyvi í Føroyum, alsamt vaksið.
Í 2016 vóru tilsamans 580 umsóknir, í 2017 vóru 847 umsóknir og fram til triðja ársfjórðing 2018 vóru tilsamans 1.047 umsóknir.
Størsti vøksturin fevnir um loyvi, ið eru játtað eftir ES-skipanini um arbeiðsorku.