? Veljarakanningin hjá Útvarpinum og Dimmalætting sigur greitt, at leisturin, sum samgongan arbeiðir eftir, ikki er tann, sum veljararnir vilja hava, men at tað harafturímóti er okkara uppskot, sum størsta undirtøkan er fyri, sigur Jóannes Eidesgaard í eini viðmerking til kanningina.
Hann vísir á, at tað, síðani Javnaðarflokkurin kunngjørdi sítt ískoyti til broytingarnar í ríkisviðurskiftunum, eru fluttir nógvir veljarar, men at javnaðarveljararnir eru teir sum eru trúgvastir móti egnum uppskoti.
? Seinast ein veljarakanning varð gjørd var umleið ein helvt av veljarum floksins móti fullveldinum. Hetta tal er nú broytt til at næstan 80 prosent av okkara veljarum ikki ynskja fullveldið. Samstundis hava nógvir fólkafloksveljarar eisini flutt seg burtur frá fullveldistankanum, og tað eigur at fáa samgonguna at hugsa aðrar tankar, sigur Jóannes.
Mugu eisini
hyggja til viks
Tí heldur hann, at samgongan nú eigur at steðga eitt sindur á og orientera seg um hvørjum hinir flokkarnir arbeiða við.
? Tað ber ikki til, at samgongan framhaldandi heldur fulla ferð fram uttan at taka andstøðuna við.
Jóannes Eidesgaard heldur tað tó fara at verða trupult at fáa samgonguna at gera tað, tí teir hava start seg blindar upp á fullveldið.
Men kanningin vísir, at tað er stór undirtøka fyri broytingum í ríkisviðurskiftunum. Sært tú ikki nógv betri møguleikar fyri semju nú?
? Tað kann væl vera. Men Javnaðarflokkurin hevur alla tíðina sagt, at vit vilja vera við til at finna eina semju, sum hevur so breiða undirtøku í tinginum, sum gjørligt, men tað hevur samgongan ikki havt nóg stóran vilja til. So er bara at vóna, at teir skilja boðskapin nú, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum og leggur afturat, at tað eftir hansara meting ikki er uppgáva Javnaðarfloksins, at fara til samgonguna við uppskotum.
Hann leggur afturat, at hann heldur tað verða løgið, at Høgni Hoydal nú brádliga tekur veljararnar hjá Javnaðarflokkinum við, tá hann telur saman at 70 prosent ganga inn fyri broytingunum hjá samgonguni.
? Hetta er ikki rætt. Vit eru ikki við í samgonguni, og tí skulu okkara veljarar ikki teljast við har. Men Høgni Hoydal hevur ein trupulleika, nú veljararnir flýggja undan hansara uppskotið.
Løgmaður sigur í síni viðmerking í Dimmalætting í gjár, at hann heldur at vit eiga at víða við at fara í eitt djúpri tjak til kanningarnar hjá landsstýrinum eru lidnar. Hvat sigur tú til tað?
? Tað er sjálvandi rætt, at vit mangla ein part av grundarlagnum fyri kjakinum, men eg haldi kortini, at tað er løgið, at teir nú skulu bíða til kanningarúrslitini fyriliggja, tí tá veljarakanningin kom í september, tá kundu teir uttan trupulleikar brúka úrslitið, sigur Jóannes.
Stór framgongd
ikki bara góð
Formaður Javnaðarfloksins hevur eisini fest seg við, at tað serliga er Tjóðveldisflokkurin, sum setir treytirmar fyri fullveldiskósini.
? Flokkurin hevur allar dagar verið harðrendur í síni fatan av ríkisfelagsskapinum og teir hava títt og ofta rent seg fastan av hesi harðrendu kósini. Aftaná seinasta val, hildu teir óiva, at teirra politikkur var tann einasti rætti, og tí koyra teir líka harðrent, beint eftir fullveldinum, uttan at hava føling við, um tað er tað veljararnir vilja hava.
? Í byrjanini av sjeytiárunum fann táverandi floks-leiðsla út av, at tað eftir øllum at døma ikki var so skilagott bara at koyra beint fram, og tí valdu teir eina meira samarbeiðsinnaða linju. Hetta haldi eg eisini at Tjóðveldisflokkurin eigur at gera í dag, tí veruleikin er, at størsti møguleiki fyri broytingum í ríkisviðurskiftunum liggur í einsum samstarvi millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin, sigur Jóannes Eidesgaard og vísur á at loysnin á ríkisspurninginum avgjørt ikki liggur úti á veingjunum, men ístaðin inni móti miðjuni, har Javnaðarflokkurin liggur.
Hann leggur eisini afturat, at tað eru fólkafloksveljarar og sjálvstýrisveljararnir, sum svíkja samgonguna, og at tað er orsøkin til at grundarlagið er farið undan fullveldinum.