Námsarbeiðsmenn gjørt friðarsáttmála

Í Suðurafrika hava fleiri av fakfeløgunum hjá námsarbeiðsmonnunum í verkfalli skrivað undir ein sokallaðan friðarsáttmála við tað stóra námsfelagið Lonmin.

Men tað størsta og mest víðgongda fakfeløgið, AMCU, vil ikki skriva undir sáttmálan, fyrr enn tað fær lyfti um, at lønin verður tvífaldað, eins og arbeiðsmenninir krevja.

Støðan við platinnámið í Marikana har norðuri í Suðurafrika hevur verið rættiliga spent síðani miðskeiðis í august, tá løgreglan skeyt 34 námsarbeiðsmenn. Meiri enn 70 aðrir vórðu særdir.

Lønmin, sum er tann triðstørsti platinframleiðarin í heiminum, sigur seg vera til reiðar at tingast við AMCU, men treytin er, at arbeiðsmenninir koma til arbeiðis mánadagin.