Næmingaumbýti Føroya ? Aberdeen


 

Claus Reistrup

Í juni mánaði vóru umboð fyri býráðið í Aberdeen umframt ymiskar stovnar og fyritøkur í Aberdeen-økinum á vitjan í Føroyum. Avtalað varð tá millum umboð fyri ASET (Aberdeen Skills and Enterprise Training Ltd)og Oljuútbúgvingarsamtakið (Faroese Oil Training Association), at vit skuldu arbeiða fram ímóti, at næmingar á teimum teknisku skúlunum í Føroyum komu til Aberdeen College fyri har at fylgja undirvísing í oljurelateraðum fakum umframt at arbeiða á verkstøðunum hjá skúlanum.

Í oktober mánaði vóru umboð úr Aberdeen í Føroyum, herundir eisini Sam Zacha frá ASSET. Oljuútbúgvingarsamtakið hevði fyrireikað ein fund, har næmingar, sum høvdu hug at fara til Aberdeen fyri at læru meira um fak/amboð, ið verða nýtt innan oljuvinnuni, vóru við. Sam Zacha kunnaði næmingarnar um viðurskiftini í sambandi við næmingaumbýti til Aberdeen, her í millum um innivist, skúlagong, arbeiði á verkstøðunum og keyp av trygdarklæðum.

Upprunaliga ætlaði Oljuútbúgvingarsamtakið at senda 10 næmingar (SIT- og AT-næmingar, serliga innan maskin og smið, umframt nakrar lærlingar), men áhugin var so stórur, at 16 ynsktu at fara. Avrátt varð, at allir 16 skuldu sleppa. Ferð og uppihald hjá næmingunum í eina viku í Aberdeen er rímiliga bílig, umleið 6.500 kr, og verður hetta tiltakið millum annað fíggjað við stuðli frá Mentamálastýrinum.

26. november fara næmingarnir við Atlantic Airways til Aberdeen, og 3. desember koma teir aftur. Spennadi verður at síggja, hvat næmingarnir hava fingið burturúr hesum øðrvísi undirvísingartiltakinum, ið er ætlað at geva teimum eitt beinleiðis innlit í, hvussu ein partur av oljuvinnuni arbeiðir.

Oljuútbúgvingarsamtak-ið arbeiðir við ætlan um fyrst í komandi ári at senda nakrar FHS-/HH-næmingar eina viku til Aberdeen College. Næmingarnir skulu við at fara í skrivstovuvenjing á skúlanum læra, hvussu arbeitt verður á einari skrivstovu í Skotlandi. Á henda hátt fáa teir kunnleika bæði til mannagongdir og til enskt skrivstovumál.

Teir teknisku skúlarnir hava tosað um møguleikarnar fyri at senda lærlingar eina viku til Aberdeen, t.d. til upplæring á verkstaði. Hugsað verður serliga um upplæring í amboðum, sum verða nýtt í oljuvinnuni. Hugsast kann, at fleiri fyritøkur, sum hava el-, maskin- ella smiðjuærlingar, kundu hugsað sær henda møguleikan fyri at geva lærlinginum eins og fyritøkuni kunnleika um tøkni/amboð innan oljuvinnuna. Tosast skal tó fyrst við arbeiðsgevarafelagið um hetta eins og við fyritøkur, sum hava áhuga fyri at royna slíkt tiltak. Men tílíkt tiltak hevði óivað verið mennandi hjá øllum pørtum.

Oljuútbúgvingarsamtak-ið hevur í sínum arbeiði lagt stóran dent á at samstarva við skúlar í øðrum londum, eitt nú við Stavanger maritime videregående skole. Samstarvið við Aberdeen College verður eitt nýtt stig á vegnum fyri at menna føroyskan førleika við atliti at oljuvinnuni.