Næmingarnir, sum taka útbúgving sum datamatikarar á Føroya Handilsskúla, hava sent Mentamálaráðnum eitt bræv, har tey biðja um at fáa ein fund um støðuna, sum tey eru komin í.
Báðir lærararnir hjá datamatikarunum hava sagt seg úr starvi, tí tey hildu seg ikki kunna arbeiða undir teimum umstøðum, sum tey høvdu á skúlanum. Síðani hevur leiðslan á Handilsskúlanum lagt eina ætlan fram um, hvussu teir 11 næmingarnir kunnu gera sína útbúgving lidna.
Men hóast leiðslan sigur seg vilja finna eina fullgóða loysn, kenna næmingarnir seg ikki tryggir við støðuna. Teir stúra fyri dygdini í undirvísingini, og at prógvið ikki fer at hava tað virðið, sum tað skuldi havt.
Manglar førleika
Í brævinum til Mentamálaráðið siga næmingarnir, at tað í eina tíð hava verið trupulleikar við útbúgvingini hjá teimum, og at tey síggja støðuna at vera kritiska. Tí ynskja tey fund við Mentamálaráðið.
? Vit hava verið á fund við leiðsluna á Føroya Handilsskúla í Havn og eru sannførd, um at leiðslan ikki hevur nøktandi førleika at loysa hesar trupulleikar. Vit stúra eisini fyri dygdini á útbúgvingini undir núverandi umstøðum, siga næmingarnir í brævinum til Mentamálaráðið.
Mánadagin hevði Mentamálaráðið ikki svarað brævinum frá næmingunum, og tí skrivaðu tey ein rykkjara til ráðið.
Næmingarnir vóru mánadagin í skúla, hóast tey eru misnøgd við støðuna. Tey halda seg tó ikki hava aðrar møguleikar, enn at fylgja undirvísingini á Handilsskúlanum.