SKÚLAUMHVØRVI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
At skúlamiðdepilin í Marknagili er hart tiltrongdur, vita øll, sum hava bara minsta tilknýti til Tekniska Skúlan í Tórshavn, Handilsskúlan ella Studentaskúlan í Hoydølum.
Mest ljós hevur verið varpað á Studentaskúlan í Hoydølum, og einki er at taka seg aftur í, at trupulleikar av dimensiónum eru har uppi. Men tað er ikki bert har, trupulleikar eru.
- Tað, sum vit fyrst og fremst sakna, er eitt veruligt skúlaumhvørvi. Eitt stað, har næmingarnir kunnu verða saman í fríkorterunum og frítímunum. Sum er hava vit bara eina næmingakantinu uppi á loftinum, har inniluftin er vánalig, og har næmingarnir ikki trívast, sigur Egon Øregaard, skúlastjóri á Tekniska Skúla í Tórshavn.
Hann vísir á, at aðrir skúlar gava gongir og hølir, at næmingar kunnu vera, og tað er ógvuliga ynskiligt at fáa á Tekniska Skúla í Tórshavn.
Skúlastjórin fegnast um, at verulig gongd er sett á verkætlanina við einum skúlamiðdepli í Marknagili.
- Arbeiðið tór í gongd, tá Jógvan á Lakjuni setti ein arbeiðsbólk at gera eina byggiskrá til nýggjan Tekniskan Skúla og Handilsskúla. Tá var ikki politisk semja um at taka Studentaskúlan við. Tað vildi nýggja samgongan og tað fegnist eg um, sigur Egon Øregaard.
Arbeiða við málinum
Tá nýggja samgongan tók við í februar í ár, setti nýggi mentamálaráðharrin, Kristina Háfoss, ein nýggjan arbeiðsbólk at gera eina nýggja byggiætlan fyri allar tríggjar skúlarnar, og tann bólkurin situr við málinum.
- Ætlanin var, at vit skuldu verða lidnir við arbeiðið undan summarfrítíðini, men tað náddu vit ikki. Arbeiðið verður tí tikið upp aftur nú eftir summarsteðgin, og fyrsti fundurin verður nú í august, sigur Egon Øregaard.
Men tað sigur seg sjálvt, at talan verður ikki um nakra skjóta loysn.
- Vit mugu bíða í minsta lagi fýra ella fimm ár, áðrenn fyrsti skúlin verður tikin í nýtslu, og sum politiski viljin er í løtuni, so verður Studentaskúlin hin fyrsti, ið verður tikin í nýtslu. Okkara trupulleikar eru eisini stórir, og tað vilja vit fegnir gera vart við, sigur Egon Øregaard.
Hann leggur dent á, at hetta ikki verður sagt fyri at seta nakran upp móti hvørjum øðrum, men bert fyri at varpa ljós á trupulleikarnar, sum Tekniski Skúli í Tórshavn hevur.
Í regni og kava
Umframt eitt veruligt skúlaumhvørvi, hevur Tekniski Skúli í Tórshavn stórar hølistrupulleikar.
- Alsamt vaksandi næmingatalið ger, at trot er á undirvísingarhølum. Tí hava vit verið noyddir til at leiga okkum bingjuskúlastovur. Vit setti ta fyrstu upp fyri einum ári síðani og ta næstu í heyst. Nú hava vit so sett triðju bingjuskúlastovuna upp, fyri at nøkta hølistørvin, sigur Egon Øregaard.
Men trupulleikin endar ikki her.
- Nakað annað, sum er ógvuliga uttanhanda er, at vit húsast í 10 ymiskum hølum. Tað merkir, at lærarar og næmingar mugu ganga ímillum, bæði í regni og kava. Og tað er ikki heilt nøktandi í hesum framkomnu tíðum, sigur Egon Øregaard.
Hann hevur ikki nakað beinleiðis boð um, hvat best er at gera.
- Eg haldi, at vit kunnu ikki gera nógv øðrvísi, enn vit gera. Vit vita, at trýstið gerst størri og størri við alsamt økta næmingatalinum, og hølini gerast eldri. So vit mugu bara royna at klára okkum sum frægast, og so gleða okkum til nýggi skúlamiðdepilin í Marknagili stendur liðugur, sigur Egon Øregaard, skúlastjóri á Tekniska Skúla í Tórshavn.
Tekniski Skúlin í Tórshavn hevur leigað triðju bingjuskúlastovuna, til tess at nøkta hølistørvin. Egon Øregaard, skúlastjóri, heldur, at hetta er frægasta loysnin
Mynd: Álvur Haraldsen