Næmingar á ítróttaháskúlanum takkaðu fyri seg

Annað skeið á ítróttaháskúlanum í Suðuroynni er nú liðugt og næmingar fara hvør í sína ætt.

Nú er annað skeið á ítróttaháskúlanum í Suðuroynni liðugt.

 

Næmingar úr Føroyum, Danmark og Íslandi hava gingið á heystskeiðnum frá januar til nú í juni. Á myndini síggjast næmingar og lærarar hugna sær kring bál Á Sandinum, ella í parkini, í Vági. Eldstaðurin er gjørdur av næmingum á skúlanum, og er snøggi eldstaðurin sostatt nakað, næmingarnir leggja eftir seg, eins og plantur eisini eru plantaðar á staðnum.

 

Næmingarnir siga farvæl við blandaðum kenslum, tí samanhaldið hevur verið gott, og nógvar og spennandi upplivingar í føroysku náttúruni eru tey ríkari, nú skeiðið er lokið.

 

Í august byrjar 3. skeið á skúlanum, og sum skilst eru heilt nógv, ið hava teknað seg, og er áhugi eisini hesaferð úr grannalondum Føroya.

 

Mynd: Jón Brandsson Christiansen