Næmingar selja fisk

Studentaskúlanæmingar úr tveimum miðnámsflokkum úr Vági eru komnir til Havnar at selja fisk í Gongugøtuni. Endamálið er at savna pening inn til eina námsferð til Barcelona Hýsa, kalvi, saltfiskur og lambakjøt úr Sumba er at finna í sølubúðini hjá næmingum úr tveimum miðnámsflokkum úr Vági, sum eru komnir til Havnar at vinna sær pening til eina námsferð til Barcelona í oktober.

Mariann Mikkjalsdóttir og Winnie Heinesen

úr 2.S vóru inni á gólvinum í Miðlahúsinum fyrrapartin fyri at gera vart við, at góður fiskur er at fáa frá klokkan 10 í Gongugøtuni og allan dag. Tær báðar gera vart við, at søluátakið er góðkent av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Tað ganga á leið 30 næmingar í teimum báðum stundentaflokkunum í Vági.