Framsýning
Í januar mánaði arbeiddu næmingar í 1., 2. og 3. flokki í Velbastaðar skúla við evninum "miðøldini". Ein partur av arbeiðnum fataði um kirkjubøstólarnar, og í tí sambandi vitjaðu næmingarnir tríggjar ferðir á framsýningini hjá fornminnissavninum. Teir fingu frágreiðing um gripir úr miðøld og serliga varð hugt at kirkjubøstólunum. Hvør næmingur valdi sær sín kirkjubøstól fyrst at tekna og síðan at gera stóran málning burtur úr.
Næmingarnir løgdu stóra orku og neyvleika í hetta verkætlanararbeiði, og úrslitini vórðu eisini har eftir.
Heitið á serframsýningini, ... tað var jómfrú Maria ... er fyrsta regla úr eini Mariuvísu, sum næmingarnir sungu, tá ið kvøldseta var í kirkjuni í Kirkjubø á kyndilsmessu, meðan hesar vøkru myndirnar prýddu kirkjuna.
Framsýningin er úrslit av samstarvi millum Velbastaðar skúla og skúlatænastuna á Føroya Fornminnissavni og fatar um 15 stórar málningar av kirkjubøstólunum, sum næmingarnir hava málað upp á brúnt pappír í stórari stødd (uml. 60x120 cm).
Eisini verða frágreiðingar um mannagongdina í verkætlanararbeiðnum,
upplestur, tær miðaldarligu lyktirnar, og ljósmyndir frá arbeiðnum, tilgongdini og myndagerðini verða sýndar á stóra løriftsskuggan.