Næmingar úr øllum Føroyum til Vágs at spæla fótbólt

2.409 leikarar luttóku, tá 25 fólkaskúlar og 5 miðnámsskúlar luttóku í Skúlafótbólti 2018/2019.

Í fjør varð skipað fyri skúlafótbóltskapping á fyrsta sinni, har fólkaskúlar og miðnámsskúlar úr øllum Føroyum savnaðust í Marghøllini í Vági at kappast í skúlafótbólti.

Umframt sjálva kappingina, hava luttakarar høvi at royna klatrivegg í Marghøllini og at svimja í Pálshøll.

Aftur í ár verður skipað fyri Skúlafótbólti, og fyrstu kappingarnar hava verið. Undirtøkan er góð, og tað var hon eisini í fjør, og tað bera hagtølini boð um, sum fólkini aftanfyri tiltakið hava kunngjørt á heimasíðuni skúlafótboltur.fo.

25 fólkaskúlar og 5 miðnámsskúlar luttóku í Skúlafótbólti 2018/2019.´

2.409 leikarar luttóku, svarandi til umleið 25% av øllum næmingunum í føroyska fólkaskúlanum

Fyri summar árgangir, t.d. 5., 6. og 7. flokk, vóru tað fleiri enn 40% av næmingunum, sum luttóku til Skúlafótbólt.

Tilsamans 221 lið kappaðastu til Skúlafótbólt, býtt á 69 dreingjalið, 56 gentulið og 96 blandaði lið.

Liðini spældu tilsamans 596 dystir.

Tilsamans blivu 3.448 mál skoraði til Skúlafótbólt kappingarárið 2018/2019.