– Næmingarnir vóru bangnir og ótryggir. Tað sigur Bogi Bech Jensen, skúlastjóri á Glasi, nú eini gátufør boð á internetinum fór at ganga sum rótasúpan ímillum næmingarnar í gjárkvøldið.
Boðini vórðu skrivað á eini app, ið nevnist Jodel, og har fólk kunnu skriva dulnevnd. Tað var eingin ítøkilig hóttan í boðunum, men har stóð bara ein ávaring til næmingar á Glasi um ikki at fara í skúla í dag. »Tit, sum ganga á Glasi, ikki fara í skúla í morgin« vóru boðini. Bogi Bech Jensen sigur, at orð ókst av orðið, og skjótt varð tað rættiliga ódámligt og tað gekk ikki so long tí, so spurdi onkur um tað hevði nakað við skjóting á skúlum, at gera.
Skúlastjórin sigur, at hann frætti um hetta samskiftið á Jodel frá næmingunum og tað var týðiligt, at bæði næmingar og foreldur vóru ótrygg við støðuna. Fyri at binda um heilan fingur, meldaði hann tilburðin til løgregluna.
Hann sigur, at tey á skúlanum seta altíð trygdina hjá næmingunum í fremstu røð. Men sjálvi eru tey ikki serfrøðingar í trygdarviðurskiftum, og tí gjørdu tey skjótt av og lótu málið upp í rættar hendur til viðgerar, og tað er løgreglan, sigur hann.
Síðani er tað løgreglan, sum hevur tikið sær av tí. Men eftir at hava kannað málið, varð niðurstøðan, at als eingin orsøk er til, yvirhøvur, at stúra fyri trygdini á skúlanum, og tískil er skúlagongd í dag, sum vant. Men hann sigur, at næmingar hava eisini verið ørkymlaðir í morgun og tí hevur leiðslan á skúlanum kallað allar næmingirnar saman á felags fund í morgun at kunna teir um støðuna.
– Tað var sum eitt kavablak, sum fór á rull og tað endaði rættiliga ódámligt, sigur skúlastjórin. Hóast boðini vóru dulnevnd, ringdi tann, sum hevði skrivað tey, til stjóran og greiddi frá, hvør tað var, og at tað ikki varð meint í álvara. Viðkomandi greiddi eisini frá, at tað var ein skelkur at síggja, hvussu tað varð endað.
Síðani ringdi viðkomandi eisini til løgregluna og at boða frá, og sum greitt varð frá í áðni, hevur løgreglan tikið málið í størsta álvara, og hevur handtikið viðkomandi. Nú skal støða so takast til um ákæra skal reisast ímóti viðkomandi ella ikki.
Sjálvur heldur Bogi Bech Jensen, at talan var um eini rættiliga óhumhugsað boð, sum vórðu skrivað, men har orðaskiftið síðani fór heilt av lagi, og bleiv rættiliga ófrættakent til síðst. Hann vil ikki siga um viðkomandi er næmingur á Glasi ella ikki.
Les eisini: Ein persónur handtikin fyri hóttan móti Glasi