Næmingar hugsa meir um framtíðina

Næmingar í framhaldsdeildini eru munandi meir tilvitað um týdningin av at taka eina útbúgving, enn tey vóru fyri bert fáum árum síðani. Hóast valmøguleikarnir eru fleiri enn nakrantíð, eru ráðini framvegis tey somu: Veljið eftir áhuga, siga skúlavegleiðarar, sum hittust á fundi í farnu viku


Í farnu viku hittust skúlavegleiðarar úr øllum landinum á fundi tosa um felags royndir og avbjóðingar. Síðani teir fyrstu lærarnir tóku útbúgving sum skúlavegleiðarar fyri eini 6 árum síðani, er vegleiðingin vorðin betri skipað við størri samstarvi millum teir ymsu skúlarnar. Enn er tó nógv, teir kundu ynskt sær betri, og í næstum verið farið undir at skipa felags kunningartilfar, so vegleiðingin verður meir miðvís, sigur Torfinn Højgaard, skúlavegleiðari á Venjingarskúlanum í Havn.
Brúka vegleiðingina
Fyri teir á leið 20 skúlavegleiðararnar kring landið er neyðugt at fylgja sera væl við í tí, sum hendir á útbúgvingarøkinum eftir framhaldsdeildina. Møguleikarnir eru vorðnir alsamt fleiri tey seinnu árini, og innan tær einstøku útbúgvingarnar hendir tað ikki so sjáldan, at upptøkukrøvini broytast. Til at hjálpa næmingunum at finna fram til ta útbúgvingina, teimum hóskar best, hava allir skúlar í Føroyum við framhaldsdeild ein skúlavegleiðara, sum nakrar tímar um vikuna arbeiðir við vegleiðing.
- Næmingarnir brúka okkum avgjørt meir nú enn fyri bert nøkrum fáum árum síðani. Ivaleyst kemst tað av, at teir nógvu møguleikarnir kunnu virka sum ein frumskóg at finna runt í fyri næmingarnar. Men sum heild haldi eg eisini, at næmingarnir í dag eru meir tilvitað, um at tey hava eitt val og hugsa meir um, at tey sjálvi mugu taka stig til tað, sum skal henda aftaná fólkaskúlan, sigur Tina Purkhús, skúlavegleiðari á Skúlanum við Ósánna í Klaksvík. Hon leggur afturat, at allarflestu næmingarnir ásannað, at tey í øllum førum antin mugu taka eina miðnámsútbúgving ella finna sær eitt lærupláss. Uttan iva hongur hetta eisini saman við, at tað ikki longur er so nógv arbeiði at fáa, um tú bert hevur fólkaskúlaprógv. Í dag krevja til dømis flestu peningarstovnar, at tú hevur miðmámsútbúgving og fleiri lærupláss mæla eisini til, at næmingarnir fara á SIT, áðrenn teir søkja um lærupláss, sigur Tina.
Veljið eftir áhuga
Uppgávan hjá skúlavegleiðaranum er so at vísa á teir møguleikar, sum eru, og saman við næminginum royna at finna fram til, hvat hóskar júst honum best.
- Sum útgangsstøði mæla vit altíð næmingunum til at velja tað, tey hava mest áhuga fyri. Ongin sigur, at tey her og nú skulu taka støðu til, hvat tey vilja verða um 10 ár. Tá er ofta lættari at hugsa um, hvørji fak í fólkaskúlanum tey tíma best og kenna seg stinnast í og so velja út frá tí, sigur Tina.
Annars fegnast hon um, at kunningin frá teimum ymsu miðnámsskúlunum illa fær verið betri. Fleiri miðnámsskúlar bjóða framhaldsdeildunum á vitjan ein heilan dag, har næmingarnir so fáa høvi at fylgja við, hvussu ein vanligur skúladagur á miðnámsskúla gongur. Aðrir skúlar velja so heldur at koma á vitjan á fólkaskúlunum.
- Tað er heilt týðiligt, at miðskúlarnir hava fyrireikað seg sera væl til hesar kunnungardagarnar. Til dømis lata tey nú ofta næmingarnar sjálvar greiða frá, hvussu tað er at ganga á júst tí miðnámsskúlanum. Tað er ongin ivi um, at hendan kunningin frá næmingi til næming ofta er hon, sum virkar best, sigur Tina.
Starvsvenjing
Eitt annað øki, sum skúlavegleiðararnir brúka nógva orku uppá, er starvsvenjingin hjá 9. og 10. flokkunum. Her hava næmingarnir sjálvi møgukleika at velja frítt millum tey ymsu starvsplássini, meðan vegleiðarin síðani skipar fyri at fáa starvsvenjingina í lag. Tina heldur seg síggja, at næmingarnir gerast alsamt meir kreativir, tá tað ræður um at velja starvspláss. Onkur hevur enntá verið í Danmark í starvsvenjing hjá einum fótbóltsfelag, meðan onkur annar hevur verið í herinum. Tað er heldur ikki óvanligt, at næmingar vilja sleppa at royna seg sum lærarar, meðan onnur fara til  skips.
- Næmingarnir fáa avgjørt nógv burturúr at fara í starvsvenjing. Tað er sjálvandi ymiskt, men sum heild eru starvsplássini væl fyrireikaði og hava eina skipaða ætlan fyri, hvat næmingarnir skulu gera. Tað kemur meir enn so fyri, at næmingar enda við at fara í læru á arbeiðsplássinum, har tey vóru í starvsvenjing. Onnur finna kanska út av, at hatta var ikki tað, tey ætla at gera í framtíðini. Ì báðum førum blíva tey jú tað klókari, sigur Tina og leggur afturat at hetta, at senda so nógvar næmingar í starvsvenjing á hvørjum ári, ikki hevði borið til uttan vælvildina frá arbeiðsplássunum kring landið.
Vitjaðu í Miðlahúsinum
Hendan dagin, skúlvegleiðararnir høvdu fund, stukku tey eisini inn á gólvið í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Torfinn Højgaard, skúlavegleiðari sigur, at Sosialurin er eitt av fáu starvsplássunum, sum tekur tveir næmingar í starvsvenjing hvørja ferð, og at hetta eru tey ikki von við.
Hendan dagin fingu skúlavegleiðaranir so høvi at fylgja arbeiðsgongdini í húsinum og práta við  stjóran um, hvussu starvsvenjingartíðin á Sosialinum verður skipað. Eisini nýttu tey høvið at fáa eitt prát við næmingar, sum eru í starvsvenjing á blaðnum í løtuni.