Næmingar hittust aftur eftir meira enn 50 ár

Á Sankta Frants Skúla í Havn hava verið ymisk tiltøk í ár. Í juli hittust næmingar sum gingu í skúlanum í 50-unum, og mánadagin 8. desember kundi skúlin halda sín 75 ára føðingardag

Næmingar, sum gingu í Sankta Frans Skúla, ella Nunnuskúlanum í Havn, frá 1952 til 1957, savnaðust leygardagin 19. juli 2008 aftur í skúlanum, 51 ár eftir at tey skiltust og fóru hvør sína leið. Næmingar í Sankta Frans Skúla vórðu fyrr eyknevndir Nonnufressar.


Hesi árini frá 1952 til 1957 gingu 122 næmingar í Nunnuskúlanum í longri ella styttri tíðarskeið. Hendan dagin eydnaðist tað at savna heili 60 av teimum aftur.


Lagið var avbera gott, tá gomlu skúlafelagarnir fóru inn at hyggja at sínum gamla skúla saman við eini av nunnunum, tey høvdu sum lærara. Nógv var sum vera man at tosa um hjá gomlu skúlafelagunum, sum hugnaðu sær óført saman og endaðu dagin við eini stórari næmingaveitslu leygarkvøldið.


Fyrstu franciskanarasystrarnar komu til Havnar við DFDS ferðamannaskipinum Dronning Alexandrine 24. apríl 1931. Í 1931 byrjaðu tær skúla í Bringsnagøtu í húsunum hjá Klett, næmingatalið lá um 25, og í 1932 stovnaðu tær ein barnagarð til umleið 20 børn. Sama ár varð økið niðan fyri Viðarlundina keypt, og árið eftir varð farið undir at byggja skúla, kirkju, kleystur og barnagarð. Talan var um ein stóran bygning, sum H.C.W. Tórgarð arkitektur teknaði.


Skúlin er nakrar ferðir útbygdur, eins og skúlagarðurin eisini er víðkaður. Eitt nú kom fimleikahøll fyrrapartin í 60-unum.


Kirkjuvígslan var 19. november 1933, og skúlin varð vígdur 8. desember sama ár. Umleið 60 fólk vóru samankomin, og katólski presturin Boekenoogen vígdi skúlan.


Sankta Frans Skúli varð øll tey fyrstu árini og líka til 1952 rikin sum privatskúli, uttan almennan stuðul. Fyrstu mongu árini undirvístu systrarnar, men so við og við komu aðrir lærarar. Í 1965 byrjaðu fransiskanarasystrarnar forskúla.


Í 1985 yvirtók Tórshavnar kommuna skúlan. Fyrsti føroyski skúlastjórin var Bjarni Skaalum. Hann byrjaði sum lærari í skúlanum í 1967 og frá 1973-80 var hann varaskúlastjóri og skúlastjóri frá 1980-97. Áðrenn Bjarna Skaalum var systir Stinissen skúlastjóri. Síðan 1997 hevur Selmar Jacobsen verið skúlastjóri.