Næmingar á Glasi vilja hava endurgjald

Nú verða tiltøk fyrireikað fyri at fáa pengarnar aftur, teir hava mist tí ætlaða námsferðin er avlýst av trygdarávum

Eg skilji væl avgerðina um at avlýsa námsferðina, men vit vilja hava endurgjald fyri mistar útreiðslur.

Tað sigur Páll Rubek Joensen, formaður í næmingaráðnum á Glasi.

Einir 300 næmingar og lærarar skuldu fara námsferð til París og Madrid í dag, men mitt í nátt varð avgjørt av avlýsa ferðina.

Orsøkin er, at myndugleikarnir hava skerpað ávaringarnar ímóti at ferðast til Fraklands og til Spania í eini roynd at forða fyri, at corona-virussið breiðir seg.

Í hesum sambandi broyttu myndugleikarnir tilmælini seinnapartin í gjár og mæltu nú fólki, sum fóru at ferðast til Fraklands og til Spania, um at vísa serligt varsemi og um at hava trygdina í huga alla tíðina.

Av tí sama helt leiðslan á Glasi ikki, at tað var ráðiligt at fara avstað við næmingum oglærarum og tískil vórður ferðirnar avlýstar.

 

https://www.in.fo/news-detail/news/namsferdir-hja-glasi-avlystar-vegna-corona-vandan/Les eisini; Námsferðir hjá Glasi avlýstar vegna corona-vandan

– Hetta var ein avgerð, sum vit fingu boðini um klokkan 01.45 í nátt, sigur formaðurin í næmingaráðnum.

Hann sigur, at avgerðin er tikin uttan at spyrja næmingaráðið eftir, men hann leggur afturat, at hann skilur avgerðina, tí tað er av trygdarávum, at ferðin er avlýst.

Men hann sigur, samstundis, at hetta hevur verið ein dýr søga fyri næmingarnar, tí teir hava sjálvir goldið ímillum 6.000 krónur og 9.000 krónur fyri ferðina – og teir pengarnar vilja tey hava endurgoldið.

Páll Rubek Joensen sigur, at nú vil hann hava leiðsluna á skúlanum, og Mentamálaráðið at tosa saman um, hvussu næmingarnir kunnu fáa útreiðslurnar endurgoldnar.

Annars sigur, at tey fara at brúka dagin í dag upp á at viðgera støðuna og at fáa greiða á, hvussu framferðin skal vera.

Men hann sigur, at hendur einki, væntar hann at tiltøk verða sett í verk av onkrum slagi í eini roynd at fáa pengarnar aftur, men hvørji tiltøk, talan kann vera um, veit hann ikki at siga, fyrr enn tey hava viðgjørt støðuna.