Hugagóð eru tey. Teir eldru næmingar, meðan teir ganga millum borðini og leggja teimum smáu lag á. Um tað er 3+3 ella ása sá á, hava tey eldru altíð svar uppá spurningin, sum teir yngru næmingarnir seta teimum.
Eldru næmingarnir hava nevniliga fingið møguleikan at undirvísa í nakrar dagar. Orsøkin til hetta er, at fleiri av vanligu lærarunum eru í Íslandi á skeiði. Hetta kundi givið fleiri frítímar, men skúlastjórin heldur tað vera eitt sindur óheppið, at so nógvir næmingar ganga fyri einki. Tí eru teir ístaðin settir sum vikarar fyri lærararnar, sum eru í Íslandi.
Talan er um fjúrtan lærarar, sum eru á skeiði í verkætlanararbeiði í Íslandi. Hetta er nýggj kravd uppgáva í ár.
Eydis Baldvinsson, sum er skúlastjóri í Eysturskúlanum, sigur, at tey hava so stóra framhaldsdeild á skúlanum, og tí hevði talið av næmingum, sum høvdu havt frí, verið stórt og kanska órógva aðra undirvísing.
Hon heldur hetta vera eitt stuttligt tiltak, og kanska er tað við til at sjóða tey eldru og yngru betur saman. Tað er annars ofta soleiðis, at tey yngru næstan ræðast næmingarnar í teimum hægru flokkunum.
Næmingarnir fara saman í bólkum, sum telur tríggjar ella fýra næmingar, inn til flokkarnar at undirvísa. Skúlastjórin vísir á, at tey yngru tó ikki eru slept uppá fjall, tí lærararnir hava eftirlit við teimum flokkum, har eingin ordiligur lærari er. Ofta hjálpa næmingarnir lærarunum, sum undirvísa flokkinum. Tað eru bara næmingar úr 10. flokki, sum sleppa at undirvísa, og teir fara at vera í flokkunum frá 1. til 6.
Eldru næmingarnir dáma avbera væl at undirvísa, og allir møttu tíðliga týsmorgunin, tá teir skuldu undirvísa, og tað er kanska ikki vanligt. Uppmøtingin verður óivað betri, nú teir sjálvir skulu undirvísa ístaðinfyri at sita á skúlabeinki.
Um lærarnir gerast arbeiðsleysir, tá teir leggja leiðina heimaftur úr Íslandi sigur søgan tó einki um. Kanska skuldu tey yngru sjálv gjørt av, hvørt tey vilja hava teir gomlu lærarnar aftur, ella tey vilja halda fram við næmingum sum lærarar.