Næmingar blokera skúlar

Næmingar á skúlum í Keypmannahavn og Århus blokera skúlar frá í dag. Næmingarnir vilja hava eitt betri undirvísingrumhvørvi. Sum ein liður í kampagnuni hjá Danske Skoleelever ?Giv os lov? eru næmingar byrjaðir at niðurleggja undirvísingina og blokera skúlar í Keypmannahavn og Århus.

 

?Næmingarnir hava stuðla átakinum sera nógv. Teir uppliva, at undirvísingarumhvørvið skúlin bjóðar teimum ikki motiverar teir til at læra.? Hetta sigur Anemone Birkebæk, formaður fyri Danske Skoleelever.

 

Næmingarnir í Randersgade Skole í Keypannahavn hava í staðin fyri eina vanliga tímatalvu valt at hava alternativa undirvísing, har tey m.a. hava havt stórfund í fimleikarhøllini um teir niðurslitnu fólkaskúlarnar.

Næmingarnir blivu bidnir um at lýsa tann perfekta skúlan og í morgin verður ein vinnari funnin.

 

Endamálið við tiltøkunum eru at ávirka valstríðið. Næmingarnir ætla sær at gera skúlablokeringar, tiltøk og hava fundir heilt til valið er at enda komið.

 

?Tað kann vera, at næmingarnir í grundskúlanum ikki kunnu atkvøða. Men 600.000 borgarar í samfelagnum kann man ikki yvirsíggja?, sigur Anemone Birkebæk.

 

Týsdagin 6. november fara næmingrnir á gøturnar í Århus og Keypmannahavn.