Á konsertini í Ósáskúlanum í kvøld fara um 40 næmingar at spæla.
Umframt strúkiorkestur og messingblásarar, verða eisini floytur, violinir og sello at hoyra.
Í musikkskúlanum í Klaksvík undirvísa 7 tónleikalærarar um 120 næmingum. Leiðari er Helga Hilmarsdóttir Gerðalíð.
Sambært eini kanning, nevnd PISA, er tónleikur mennandi fyri børn, bæði fakliga og sosialt. Í kanningini vórðu 172.000 børn úr OECD-londunum nároynd í lesing, rokning og náttúru.
Hetta kom fram á eini alttjóða ráðstevnu, Skole & Samfund, á Fjóni seinasta heyst.
Royndir her heima vísa eisini, at børn, sum hava torført við at læra ella hava trupulleikar, fara at klára seg betur og fáa størri sjálvsálit.
Niðurstøðan er, at tað er ein góð íløga at nýta pening til frálæru í tónleiki. Í hvussu er, vísa kanningar, at tá børn sleppa at spæla ljóðføri, mennast tey skjótari og læra betur.
Næmingakonsertin í Ósáskúlanum í kvøld er ein av mongu konsertunum, sum musikkskúlarnir kring landið skipa fyri.