Konsertin er í sambandi við royndir, sum verða hildnar í næstu viku á tónlistarskúlanum og skulu næmingarnir spæla ein part av programminum á hesi konsertini. Tey, sum spæla, eru Eirikur Biskopstø, violin, Maiken Bringsberg, violin, Kristín Gerðalíð, viola, Marta Hansen, klaver og trombone, Sólgerð Færø, tvørfloyta, Sofía L. Rasmussen, kornet, Ólavur Mortensen, kornet, Amanda H. Askham, horn, Tummas Eli Bjartalíð, kornet og Martin Heimistovu, euphonium.
Konsertin byrjar kl. 19.00 og øll eru vælkomin.