Niels Peter Bech
formaður í Hondbóltsfelagnum Tjaldur og Starvsnevndarlimur í HSF
???
Fyri fyrst at koma til hví Tjaldur spælur í SunSet-kappingin (fyrr 1. deild)?
Soleiðis sum tað hevur verið nógv tey síðstu árini, hevur nr. 1 ella 2 kunna flutt beinleiðis upp úr 2. deild, meðan nr. 3 hevður skula spælt um plássið.
Hesin møguleikin varð noktaður okkum, tí kappingarnevndin vísti til ein ?forskrift? í reglugerðini, henda reglugerðin vísti til ein eykaaðalfund, sum hevði verið í juni 2003. Einast vit finna frá hesum eykaaðalfundi er ein lýsing í Dimmalætting (møguliga eisini í Sosialinum). Tvs tá einki finnist frá hesum fundi, má ein so spyrja var han avlýstur ella hvat? Tá ein hvørki finnur eina samtykt ella veit annað frá eykaaðalfundinum, má so tað sum var galdandi innan henda aðalfundin verða galdandi.
Tá Tjaldur so kom við einum uppskoti á aðalfundinum, um at lækka liðiðini hjá 1. deild kvinnum úr 7 niður í 6 lið, soleiðis at hetta varð tað sama sum hjá monninum. Her var onkur fyri og onnur ímóti uppskotinum, men sum ikki einaferð fór tosið út á eitt síðuspor, Undirritaði skey tá upp, at Tjaldur tók sítt uppskot aftur, treytað av at vit fingu møguleikan til at spæla okkum upp/ella fluttu upp í 1. deild. Hetta var so tann rossahandilin sum varð gjørdur í HSF.
Formaðurin í kappingarnevnduni, segði at hann hevði fingi harraboð frá HSF, um at broyta kappingina tí Tjaldur var komin uppí. Tað er sikkurt rætt, men at tað er grundin til at kappingin bleiv longd ein mána,ð er skeivt. Tað er eingin munur, um tað eru 7 ella 8 lið í kappingin, tí tað liðið sum kemur aftrat, spælir ímóti tí liðinum sum hevði fríviku.
Kappingin bleiv løgd, soleiðis at menn og kvinnur endaði samstundis á páskum. Hetta vóru nøkur feløg ikki so glað fyri, og bleiv tí kalla inn til ein limafund, soleiðis at kappingin bleiv løgd, har øll kundu einast. Úrslitið á hesum fundi var, at kappingin hjá kvinnunum skuldi broytast í januar, soleiðis tað skuldi spælast um FM-heitið í øðrum bólkinum, meðan hin bólkurin skuldi spæla um niðurflyting. Og kappingin hjá monnum og kvinn-um endaði 9 Apríl. Hetta var semja um á fundinum.
Ein ella tveir dagar eftir oman fyri samtykt, bleiv aftur kalla inn til limafundar, har tað var eitt limafelag í stóð fyri hesum, og ikki HSF. Á hesum fundi, bleiv samtykt at kvinnurnar spæla til 30. apríl, og menninir vildu undir ongum umstøðum spæla longur enn 26. mars. HSF fer ikki at ganga ímóti einari samtykt har øll limafeløgini eru samd um okkurt, tí mátti HSF bert staðfesta omanfyri nevndu samtykt.
Um vit samanbera okkum við fx. Danmark, so hava tey 14 lið í fremst deild, tey byrja 14. dagar áðrenn vit og gevast nú á páskum, tá hava tey eisini EM/VM og aðrar CUP-dystir at hugsa um, so hví kunnu vit ikki klára st spæla við 8 liðum og enda somu tíð sum í DK.
Við hesum vóni eg at tann negativa skrivingin, um HSF eins og Tjaldur støðgar her.