Tað sæðst alt fyri eitt, at eitt professionelt eyga hevur verið uppi í leikinum í nýggju Optikbúðini, sum lat upp í Bøgøtu 5 í Havn í leygardagin. Litirnir eru hvitir og gráligir, meðan glas, spegl og stál setur sín serliga dám á innrættingin.
Nýtt konsept
- Vit valdu at lata ein av førandi serfrøðingunum á økinum hjálpa okkum vit innrættingini. Bæði fyri at fáa sum mest burturúr hølunum, men eisini fyri at raka ein heilt ávísan, nýmótans stíl, sigur Poul Einar Kruse, eigari av Optikbúðini. Tað er danska fyritøkan EM inventar, sum saman við eigaranum hevur staðið fyri innrættingini. Úrslitið er dømi um eitt av nýggjastu konseptunum innan handlar av slíkum slag, har reinar linjur, góðska og góð ljósseting eru eyðkenni.
Í nýggja handlinum er eisini kanningarrúm og toilettir á niðaru hæddini, umframt eitt rúm, har starvsfólkið kann gera smærri umvælingar. À ovaru hæddini er skrivstova og verkstaður, men væntandi verður enn eitt kanningarrúm tókt har um ikki so langa tíð
Brillumóti
Burtursæð frá nýmótans sniðnum og litunum, er størsti munurin annars frá gomlu hølunum, at í nýggja handlinum er munandi betri pláss bæði at sýna brillurnar fram og hjá viðskiftafólki at geva sær góðar stundir at royna tær.
Spurdur um ávís mótarák eisini gera seg galdandi innan brillur, sigur Poul Einar, at tað gera tey avgjørt, hóast mótin hesum økinum ikki skiftir so skjótt, sum eitt nú klædnamótin.
- Tað er ongin ivi um, at tað eru merkivørurnar, sum eru in fyri tíðina. Serliga eru tað merki sum Versace, Prada, Dolce Gabana og Ray Ban, sum er millum best umtóktu brillustellini í løtuni, sigur Poul Einar Kruse.