Nú má røkka ella støkka: Uppleggið verður broytt

Treytirnar eru einfaldar. Kravið er, at KÍF vinnur á Neistanum í høllini á Hálsi, um kollfirðingar skulu halda lív í vónini at vinna føroyameistaraheitið.

Neistin vann greitt í fyrru finaluni, sum var leygardagin. 11 mál skilti liðini. Úrslitið var 35-24. Agnar Joensen, sum er royndasti maðurin á liðnum hjá KÍF, ásannar, at uppleggið miseydnaðist fullkomiliga seinast. Tá Neistin fekk mál í mest sum hvørjum álopi, slapp KÍF ikki í skjótálop. Tað eydnaðist ikki serliga væl at hótta vælvaksnu verjuna hjá Neistanum, tá hon var upp á pláss. Tað skal broytast.

 

Vit stríddust væl, men okkara framrættaða verja gav teimum ov lætt spæl. Tað verður helst broytt hesaferð. Vit noyðast at standa tættari í verjuspælinum, heldur Agnar Joensen, uttan at avdúka ov nógv.

 

Seinni finaludysturin millum Neistan og KÍF verður í høllini á Hálsi í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 18.30.