Nám móttøka í nýggjum hølum

Í sambandi við, at Nám letur upp í nýggjum hølum á Hoyvíksvegnum í Havn – í bygninginum hjá Mentamálaráðnum – hevur stovnurin móttøku í dag klokkan 15. Nám er ein samanlegging av Føroya Skúlabókagrunni, Landsmiðstøðini og KT deplinum.

– Eftir drúgva umbygging eru vit endiliga komin til tað, at vit kunnu bjóða til móttøku í nýggju hølum okkara. Henda umbygging er grundað á, at vit í Námi skulu hava umstøður at bjóða skúlaverkinum so nógv sum gjørligt so væl sum gjørligt, sigur Magnus Tausen, stjóri, í innbjóðingini.

Í sambandi við móttøkuna fáa fólk høvi at síggja hølini, hvussu tey í Námi húsast, og hvussu skúlarnir sum best kunnu brúka hesar nýggju umstøður.