Nám letur 100.000 krónur

Mikudagin 14. juni verður avdúkað uppi á Námi, hvør hevur vunnið virðislønirnar fyri besta skúlabókahandrit til fólkaskúla og miðnám.

 

Nám útskrivaði eina kapping í fjør, har tey lata 50.000 krónur fyri hvørt handritið.

 

- Vit løgdu hundrað túsund krónur á borðið, tí vit vildu troyta nýggjar leiðir og koma í samband við nýggjar møguligar lærubókahøvundar. Hóast handritini ikki vóru so mong, so eru tey sera áhugaverd, og vit fegnast serliga um vinnararnar, sum hava latið okkum væl hugsað og væl skrivað handrit, sum møta einum veruligum tørvi, sigur Regin Marnersson, stjóri í Námi.

 

Nám vil hava allar skúlabøkur at verða á føroyskum og hetta er ein liður í tí arbeiði.