?Nú er tíðin komin, at løgmaður má leggja upp í og fáa ein enda á arbeiðssteðginum í fólkaskúlanum.
Tað heldur Thordur Thorsteinsson, formaður í foreldrafelagnum í Hoyvík.
Hoyvíkar Skúli er so hart raktur sum nakar av arbeiðssteðginum, tí har eru heilir 14 av teimum 24 lærarunum í arbeiðssteðgi.
Foreldrafelagið í Hoyvík er eisini tann foreldrabólkurin, sum hevur gjørt mest vart seg í hesi ósemjuni.
Og nú ætlar felagið at kalla saman til fundar, har ið umboð fyri Lærarafelagið skal greiða teimum frá støðuni og, hví hendan ósemjan tók seg upp. Thordur Thorsteinsson sigur, at enn er ikki greitt, nær hesin fundurin verður, og um tað ber til at fáa Lærarafelagið at greiða frá støðuni, men hann sigur, at tað verður umhugsað at halda fundin fyri øllum foreldrunum.
Løgmaður má leggja upp í
Annars harmast formaðurin í foreldrafelagnum um, at tað tykist ikki, sum um nakar sum helst røringur er í málinum og at allar samráðingar fullkomiliga liggja í dvala.
? Tað tykist sum um málið liggur fullkomiliga stilt. ? Men tað kann ikki ganga í longdini og tí er tað neyðugt, at løgmaður nú traðkar til og átekur sær sína ábyrgd sum ovasti leiðari landsstýrisins.
Thordur Thorsteinssin fýlist serliga á, at Signar Á Brúnni týðiliga hevur boðað frá, at hann fær onki gjørt, hóast lógin áleggur honum ovastu ábyrgdina av fólkaskúlanum.
? Tí er tað neyðugt, at løgmaður nú áleggur landsstýrismanninum í skúlamálum og í fíggjarmálum at bera so í bandi, at samráðingarnar verða tiknar uppaftur.
? Samstundis eigur løgmaður at gera teimum báðum teirra ábyrgd greiða.
? Tí nú tykist tað, sum um fíggjarliga ábyrgdin og undirvísingarliga ábyrgdin nú eru samanvavd, so at ongin finnur útav nøkrum.
Thordur Thosteinsson heldur, at støðan er so ógreið í løtuni, at løgtingið eigur bara at taka nýggju fólkaskúlalógina av fyribils og at seta tað gomlu lógina í gildi í eini tvey, trý ár, inntil landsstýrið hevði gjørt sær púra greitt, hv at ætlanin er við teirri nýggju lógini.
? At leggja alt lamið tænir ongum endamálið, sigur Thordur Thorsteinsson.