Leikurin verður spældur týsdagin, mikudagin, hósdagin og fríggjadagin, tvær ferðir hvønn dagin, fyrru ferð klokkan 10 og aðru ferð klokkan 13.
Hesar sýningarnar eru fyri næmingarnar í framhaldsdeildunum, men týsdagin sleppur almenningurin eisini inn.
Men so verða eisini sýningar fyri almenninginum leygardagin, 12. mars og sunnudagin 13. mars, báðar dagarnar klokkan 19.
Tað er Harriet Poulsen Vágadal, lærari í NámX, sum hevur skrivað leikin og hon leikstjórnar eisini.
Leikurin hevur heitið »Eitt døkt kamar« og tað eru næmingar á Films- og dramabreytini í NámX, sum spæla og sum eisini og taka sær av pallinum.
Leikurin er um um 16 ára gomlu Elisu, ið verður happað, og um hvussu hetta ávirkar hana og alt rundan um hana.