Nólsoyingur í uppskoti til Norðurlendska virðisløn

Jens-Kjeld Jensen, sum er íðin náttúru- og umhvørvisverndarmaður og býr í Nólsoy, er í uppskoti til at fáa Nátturu- og umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í ár.

Ikki færri enn 52 uppskot eru latin Norðurlandaráðnum yvir evni, sum verða hildin at hava heva virðisløn uppiborna og Jensk-Kjeld Jensen er einasta uppskotið úr Føroyum, sigur heimasíðan hjá Norðurlandaráðnum

Virðislønin, sum er 350.000 krónur, verður handað á ST degnum fyri lívfrøðiligt margfeldni tann tann 22. mai.

Virðislønin verður latin einum fólki ella felagasskapi, sum hava gjørt eitt serstakt arbeiði fyri at styrkja lívfrøðiliga margfeldni í Norðurlondum, ella sum heild.

Umframt Jens-Kjeld, eru uppskot úr Svøríki, Finnlandi, Íslandi og Danmark. Men so hava danir og sviar skotið ein upp í felag.

- Nógv av teimum, sum eru í uppskoti, eru eldsálir, men talan er eisini um vistfrøðiligar bøndur, fiskiveiðifeløg, veiðimenn og skótalið.

Listin við uppskotum skal nú viðgerast og 16. apríl verður almannakunngjørt, hvørji verða endaliga tilnevnd til at fáa virðislønina.