Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy er ein av teimum, sum er í uppskoti til at fáa umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í ár.
Upprunaliga er hann dani, men hann hevur búð í Føroyum í meiri enn ein mansaldur, her hann hevur havt brennandi áhuga fyri øllum, ið rørist í náttúruni.
Í grundgevingunum fyri at skjóta hann upp til virðislønina, sigur Norðurlandaráðið, at fyribils er úrslitið av hesum áhuganum, at hann hevur skrivað fimm bøkur og yvir 500 greinar um margfeldi í føroysku náttúruni. Hann ger eisini nógv burtur úr at ferðast í náttúruni at savn hansara av mýs í Føroyum eru brúkt í gransking, bæði í Týsklandi og í Bretlandi.
Ikki minst hevur Jens-Kjeld Jensen lagt dent á innsløgdar plantur og innsløgd dýr, og hann eigur sín lut í, at yvir 350 nýggj sløg eru skrásett í Føroyum.
Seks onnur fólk, og felagsskapir úr hinum norðurlondunum, eru eisini í uppskotið til virðislønina, og tað verður 27. oktober, at tað verður avdúkað, hvør fær hana.